Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 10.10.2018 (09:50)

Nú kunnu sjúklingar aftur viðgerast ótarnað

Nú er greitt, at virksemið á Landssjúkrahúsinum kann halda fram restina av árinum, ótarnað. Tað er greitt, eftir at Løgtingið í gjørkvøldið samtykti at játta Landssjúkrahúsinum 14 milliónir krónur afturat at arbeiða fyri í ár.

 

Tað merkir, at virksemið á Landssjúkrahúsinum kann halda fram ótarnað, tað, ið eftir er av árinum. Og tað merkir eisini, at sjúklingar, sum skulu sendast uttanlands til viðgerar, ikki hava fyri neyðini at bíða, tí at játtanin ikki røkkur til, men kunnu sendast avstað, sum ætlað. 

 

Annars varð boðað frá fyrr í ár, at peningur kom at mangla í, og at Landssjúkrahúsið ikki fekk varðveitt virksemið sum ætlað. Eisini varð boðað frá, at serviðgerðir uttanlands, sum kundu bíða, fóru at bíða. Men nú heldur alt fram sum ætlað, eftir at Løgtingið hevur avgreitt eykajáttanina.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her