fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 16.05.2018 (07:14)

Nú rúka Mexico og grøni bletturin

Eftir uppskoti at broyta eina byggisamtykt í høvuðsstaðnum skulu aldargomlu bóndahúsini á Húsagarði og grøna økið millum R. C. Effersøesgtu og Oknavegin lúta

 

Tað skrivar Jóhann Mortensen, journalistur og viðmerkjari, í grein í Sosialinum í dag.

 

Tað er í sambandi við, at gomlu bóndahúsini á Eystara Húsagarði í Havn, sum standa í Gundadali, nú skulu beinast burtur í sambandi við, at Smyril Line skal byggja hotell á staðnum. BankNordik eigur húsini og økið, sum húsini standa á. Men hevur sambært fráboðan í umbúna at selja Smyril Line húsini og grundøkið, sum er 4.236 fermetrar til víddar.

 

Býráðið hevur samttykt at broyta byggisamtyktina fyri økið.

 

Jóhann Mortensen vísir á, at Húsagarður lá í øldir á Húsabrúgv. Men í tríatiárunum var ovboðið hjá havnarfólki. Tað var ikki hóskiligt, at garður við fjósi og køsti lá miðskeiðis í Havnini. Tað luktaði. Bóndahúsini hjá Júst á Húsum vórðu tí flutt niðan í Gundadal í 1939. Har varð eisini, eftir tátíðarmeti, bygt nútímans fjós. Í Gundadali og har um vegir var jørð, sum lá til festið eins og ognarjørð. Gundadalur var tá langt oman fyri Havnarbý.

 

Húsagarður var upprunaliga eitt festi, men í 1674 varð garðurin býttur í Eystara- og Vestara- Húsagarðsfesti.

 

Hann vísiri eisini á, at tann eldri parturin av bóndahúsunum varð smíðaður í 1600-árunum. Seinri er bygt upp í sethúsini á Húsagarði, sum hevði stóran týdning tann tíð tað var.

 

– Um eldri parturin á sethúsunum á Húsagarði í Gundadali hevur fornfrøðilig virði, veit eg ikki. Leik og lærd, eg havi umrøtt málið við, halda, at garðurin hevur søgulig virði. Fornfrøðingur hevur upplýst mær, at garðurin er ikki friðaður, skrivar Jóhann Mortensen.

 

Jóhann Mortensen heldur, at tað tykist sum um tilvildin ræður.

 

Hava vit ein grønan blett her ella har, skal hann ikki liggja í friði. Men hvat skal so liggja har: banki, skúli, hotell, savn, læknamiðstøð, matstova, leikhús, politistøð ella kanska Setrið? Spurningurin er bara: Hvør er hepni vinnarin?

 

– Ein grønan geira er eydnast at hava í friði – frá stykkinum hjá garðyrkismannnum, Torvaldi á Steinum, við Trapputrøðna, og niðan til Húsagarð. Men ikki leingi aftrat.

 

Og havnarfólk yppa øksl, heldur Jóhann Mortensen, sum skrivar víðari:

 

– Tað kann ikki passa, at Mexico og hasin grøni teigurin eisini fer. Tú hevur mistikið teg. Útvarpið segði eitt øki við Oknaveg. Ikki R.C. Effersøesgøtu, hevur meira enn ein sagt. Snilt. Oknavegur er ókendi vegurin niðan til bankan, ið fyrr nevndist Føroya Banki.

 

Fólk vita ikki rættiliga, hvat málið snýr seg um. Heldur ikki allir býráðslimirnir. Uppskotið um at broyta byggisamtyktina lá frammi til 7. mai. Til henda dag bar eisini til at kæra. Men fólk tykjast líkasæl í politisku tilgongdini. Bara fá seta seg inn í slík viðurskifti. Og eru fólk líkasæl, kann mangt henda.

 

Jóhann Mortensen ivast í, hvussu væl hetta málið er lýst, áðrenn tað er avgreitt í býrðanum.

 

 Eg loyvi mær at ivast í, um tann fornfrøðiligi ella tann søguligu spurningurin er umrøddur við atliti at Húsagarði og søgu garðsins. Hesir spurningar vóru í øllum førum ikki lýstir í tí skjalatilfari, sum lá alment frammi í Snarskivuni.

 

– Tórshavnar býasavn er endurskipað. Hvat sigur Mentanarnevndin? Hevur Húsagarður savnssøguligan ella bara søguligan týdning?

 

– Byggi- og býarskipananevndini hevur talað fyri at varðveita grøn øki í býnum. Heldur hon, at hesin grøni bletturin eisini skal lúta?

 

– Hvat sigur Náttúru- og umhvørvisnevndin, nú fleiri inntriv verða gjørd í náttúruøki?

 

– Og, er málið eitt friðingarmál? Um tað er eitt slíkt, er tað so lagt fyri friðingarmyndugleikan, spyr Jóhann Mortensen.

 

Greinin í Sosialinum kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER ella við at TRÝSTA HER.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her