Nú rýkur Mexico…

Eftir uppskoti at broyta eina byggisamtykt í høvuðsstaðnum skulu aldargomlu bóndahúsini á Húsagarði og grøna økið millum R. C. Effersøesgtu og Oknavegin lúta

 

Jóhann Mortensen

 

Yvirskriftin ljóðar útlendskt, men so er ikki. Hon er um eini hús í Gundadali. Bóndahúsini á Eystara Húsagarði.

 

Havnar býráð hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri eitt grønt øki fram við R. C. Effersøesgøtu. Í hesum lendi liggur eisini eitt av teimum heilt gomlu húsunum í høvuðsstaðnum. Tann eldri parturin av bóndahúsunum.

 

Orsøkin er, at Smyril Line ætlar at byggja eitt hotel. Í dag er hetta stykkið bæði sethúsa- og miðstaðarøki. Hetta skal broytast, so alt lendið verður miðstaðarøki.

 

Fluttur út um býin

Húsagarður lá í øldir á Húsabrúgv. Men í tríatiárunum var ovboðið hjá havnarfólki. Tað var ikki hóskiligt, at garður við fjósi og køsti lá miðskeiðis í Havnini. Tað luktaði. Bóndahúsini hjá Júst á Húsum vórðu tí flutt niðan í Gundadal í 1939. Har varð eisini, eftir tátíðarmeti, bygt nútímans fjós. Í Gundadali og har um vegir var jørð, sum lá til festið eins og ognarjørð. Gundadalur var tá langt oman fyri Havnarbý.

 

Húsagarður var upprunaliga eitt festi, men í 1674 varð garðurin býttur í Eystara- og Vestara- Húsagarðsfesti.

 

Í frálíku Havnar Søgu eftir Jens Paula Nolsøe og Kára Jespersen verður Húsagarður umrøddur í 1. bindi á síðunum 157 til 163.

 

Gudrun Rubeksen, sum var bóndadóttir á Húsagarði, segði mær einferð, at so vítt hon visti, var tann eldri parturin av bóndahúsunum smíðaður í 1600-árunum. Seinri er bygt upp í sethúsini á Húsagarði, sum hevði stóran týdning tann tíð tað var. Talað varð um Havnina og Húsagarð. Bringsnagøta var mark suðureftir og fýra marknasteinar ásettu, hvussu langt garðurin rakk.

 

Summi minnast óivað eina hending um ein marknastein. Hesin stóð, so vítt eg minnist, í Skansabrekkuni, men mátti lúta fyri vegagerð. Tá tók býráðslimurin, Kjartan Mohr, málið í egnar hendur. Hann flutti marknasteinin. Vist heim til sín sjálvs. Haldi, at nakrar reglur vórðu yrktar um hendingina – ”Vit eiga øll ein marknastein, tjingelingelingeling….”

 

Fornfrøðiligt ella søguligt virði?

Um eldri parturin á sethúsunum á Húsagarði í Gundadali hevur fornfrøðilig virði, veit eg ikki. Leik og lærd, eg havi umrøtt málið við, halda, at garðurin hevur søgulig virði. Fornfrøðingur hevur upplýst mær, at garðurin er ikki friðaður. Tað ber heldur ikki til at varðveita alt. Men.

 

Einaferð í fjørutiárunum ætlaðu menn at leggja veg úr Vágsbotni, runt Tinganes, og heima á Kongabrúnna. Húsini úti í Havn og kroysurnar á Reynið skuldu lúta fyri menningini. Høghús úr betongi skuldu byggjast í staðin.

 

Ætlanin varð ikki framd. Og tá komið var í sektiárini, skrivaði býráðið út eina arktektakapping um gamla býarpartin. Vinnari var Gunnar Hoydal saman við tveimum arkitektum. Nøkurlunda eftir tí leisti, hesir arkitektar stungu út í kortið, er Gamla Havnin skipað.

 

Gamla Havnin stórt virði

So seint sum fríggjakvøldið var eg leiðsøgumaður fyri nakrar íslendingar í Tinganesi, úti í Havn, á Reynagarði, Doktaragrund, Bakkahellu, Undir Kletti, í Gongini, á Húsabrúgv og Bryggjubakka. Áðrenn ein góðan bjór í kjallaranum í Dandastovu og ein góðan bita í tí hugnaligu matstovuni í Bartskerastovu.

 

Íslendingarnir vóru ovfarnir. Hildu tað vera fantastiskt, at havnarfólk hava megnað at varðveita gamla býarpartin so væl. Eisini høvdu tey fyrr um dagin bitið merki í, at Havnin hevði varðveitt fleiri grøn stykki og geirar.

 

Gunnar var býararkitektur í 25 ár. Eg tori at siga, at hann fekk skil á Havnina. Hann stýrdi væl eftir býarskipanini frá 1972. Dugdi at síggja, hvussu býurin kundi byggjast út á skilagóðan hátt, soleiðis at røttu funksjónirnar lógu á røttum stað.

 

Tilvildin ræður

Tað sama tykist ikki galda í dag. Nú virkar sum um, at tað verður drigið lut. Hava vit ein grønan blett her ella har, skal hann ikki liggja í friði. Men hvat skal so liggja har: banki, skúli, hotell, savn, læknamiðstøð, matstova, leikhús, politistøð ella kanska Setrið? Spurningurin er bara: Hvør er hepni vinnarin?

 

Ein grønan geira er eydnast at hava í friði – frá stykkinum hjá garðyrkismannnum, Torvaldi á Steinum, við Trapputrøðna, og niðan til Húsagarð. Men ikki leingi aftrat. 

Havnarfólk yppa øksl.

 

– Tað kann ikki passa, at Mexico og hasin grøni teigurin eisini fer. Tú hevur mistikið teg. Útvarpið segði eitt øki við Oknaveg. Ikki R.C. Effersøesgøtu, hevur meira enn ein sagt. Snilt. Oknavegur er ókendi vegurin niðan til bankan, ið fyrr nevndist Føroya Banki.

 

Fólk vita ikki rættiliga, hvat málið snýr seg um. Heldur ikki allir býráðslimirnir. Uppskotið um at broyta byggisamtyktina lá frammi til 7. mai. Til henda dag bar eisini til at kæra. Men fólk tykjast líkasæl í politisku tilgongdini. Bara fá seta seg inn í slík viðurskifti. Og eru fólk líkasæl, kann mangt henda.

 

Eingin søgulig lýsing

Kenni enn ikki málsviðgerðina, og hvussu væl málið er lýst. Men eg loyvi mær at ivast í, um tann fornfrøðiligi ella tann søguligu spurningurin er umrøddur við atliti at Húsagarði og søgu garðsins. Hesir spurningar vóru í øllum førum ikki lýstir í tí skjalatilfari, sum lá alment frammi í Snarskivuni.

 

Tórshavnar býasavn er endurskipað. Hvat sigur Mentanarnevndin? Hevur Húsagarður savnssøguligan ella bara søguligan týdning?

 

Byggi- og býarskipananevndini hevur talað fyri at varðveita grøn øki í býnum.  Heldur hon, at hesin grøni bletturin eisini skal lúta?

 

Hvat sigur Náttúru- og umhvørvisnevndin, nú fleiri inntriv verða gjørd í náttúruøki?

 

Og, er málið eitt friðingarmál? Um tað er eitt slíkt, er tað so lagt fyri friðingarmyndugleikan?

 

Í Kaldbak 14. mai 2018