Nú sæst 3. sesong av Skam

Fríggjadagin í síðstu viku noyddist NRK fyriblis at blokera SKAM á heimasíðu teirra fyri útlendingum. Hetta var av tí orsøk, at NRK ikki hevði hildið avtalurnar í samband við tónleikin í sendirøðini.

 

Í desember mánaði byrjaði DR3 at vísa norsku sendirøðini SKAM. Í kvøld fer DR3 at vísa triðju sesong  av sendirøðini. Tveir partar verða vístir í kvøld, fyrsti partur verður klokkan 21.15 og annar partur klokkan 21.40.