Nú sæst SKAM ikki uttan fyri Norra

– IFPI Norge er ein jævla drittsekk!

 

Norska ungdómsrøðin, SKAM, verður ikki longur víst uttan fyri Norra. Hetta er av tí orsøk, at IFPI Norge krevur, at NRK fyriblis skal blokera SKAM uttan fyri Norra.

 

IFPI Norge er felagskapur fyri altjóða plátufeløg og dóttirfeløg teirra.

 

Málið snýr seg um, at avtalunar, ið NRK hevur gjørt í samband við tónleikin í sendirøðini ikki, eru hildnar.

 

NRK hevur ikki rætt til at vísa sendirøðina uttanlands, tí tey ikki hava goldið fyri altjóða rættindini. Tað vil siga, at NRK bert hevur rætt til at vísa SKAM fyri norðmonnum í Norra.

 

Í desember byrjaði Danmarks Radio at vísa SKAM á DR3 og á dr.dk. Um tú ikki enn hevur sæð sesong 3, so verður triðja sesong av SKAM send á DR3, og frá 18. januar verður hon tøk á dr.dk, men óvist er, um sendingin á netinum sæst í Føroyum.

 

NRK arbeiðir upp á støðuna og royna at finna eina loysn skjótast gjørligt.