Leita á in.fo

Smyril fer at eldast, men talan kann ikki vera um at byggja eitt nýtt skip, tí tá ið hann er uppslitin, má undirsjóvartunnilin vera komin, heldur Henrik Old

Áki Bertholdsen 02.10.2016 (12:29)

Nú skal Suðuroy eisini hava undirsjóvartunnil

 - Nú má arbeiðið at fyrireika undirsjóvartunnil til Suðuroynna skjótt setast so smátt á politisku dagsskránna.

 

Tað heldur Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

- Nú vita vit, hvat ein undirsjóvartunnil í Eysturoynna og í Sandoynna kostar. Og tað gevur okkum eina góða ábending um, hvat ein undirsjóvartunnil til Suðuroynna hevði kostað.

 

- Tað staðfestir Hendrik Old, landsstýrismaður í Samferðslumálum.

 

Og hann sigur, at nú eiga vit so smátt eisini fara at fyrireika eina ætlan um at gera ein undirsjóvartvunnil til Suðuroyar eisini.

 

Tað er nú greitt, at tilsamans fara Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin at kosta tvær milliardir. Tilsamans eru teir báðir áleið líka langir sum ein tunnil ímillum Sandoynna og Suðuroynna er, sigur landsstýrismaður.

 

- Tað merkir, at hava nú eina góða hylling á, hvat ein tunnilin til Suðuroynna hevði kostað.

 

Hann staðfestir kortini, at tað verður ikki heilt enn, at farast kann undir ein tunnil til Suðuroyar. Men hann sigur, at hann hevur biðið Landsverk kanna eftir, hvussu farast kann fram fyri at taka tey fyrstu stigini til at fyrireika tunnilin, tí tað eru ein rúgva av jarðfrøðiligum kanningum, sum skulu gerast.

 

Men hann heldur, at fyrst má ein partur av Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum rindast aftur, áðrenn tað verður hugsingur um at gera ein tunnil til Suðuroyar. Men hinvegin heldur hann, at vit eiga at so smátt at fara undir at seta pening av til at fyrireika ein Suðuroyartunnil og so eiga vit at finna eina politisku semju um, nær farast kann ígongd.

 

Í øllum førum vísir hann á, at Smyril hevur longu 11 ár á baki. í 2030 er hann 25 ár, og tá er nokk lítið gott eftir av honum, umframt at útreiðslurnar til ábøtur og til at lúka krøv frá skipasýninum, veksa alsamt, so hvørt, skipið eldist.

 

Men Hendrik Old heldur, at vit mugu ikki koma hartil, at vit fara at hugsa um at byggja ein Smyril afturat, tí tá ið hesin er uppslitin, má tunnilin verða komin.

 

- Tá ið Smyril er uppslitin, mugu vit ikki fara at tosa um at byggja nýtt skip. Og tað eru heili 14 ár til í 2030, so tað eigur nógv at kunna gerast til tá, sigur Hendrik Old.

 

- Teknikkurin at bora bøtist alla tíðina við resafetum, so eg eri rættiliga bjartskygdur fyri einum Suðuroyartunli leggur landsstýrismaðurin afturat.

 

Her kann leggjast afturat, at Páll á Reynatúgvu, tingmaður, hevur einaferð upplýst á Facebokk, at Sambært Amberg Group, fer Suðurtunnilin at kosta 2,5 til tríggjar milliardir at gera og 30 milliónir krónur um árið at reka.

 

- Tann gløggi kann skjótt roknað út hvussu skjótt rakstrarsparingin á leiðini, rindar aftur sjálva íløguna, legði hann afturat.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her