Nú sleppa hitapumpur undan merivirðisgaldi

Í næstu viku fer Løgtingið at undir viðgerðina av uppskotinum hjá teimum fimm tingfólkunum, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Kristiannu Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum, Jógvani Skorheim úr Sjálvstýrinum, Honnu Jensen úr Framsókn og Sonju Jógvansdóttir, um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (mvg endurrindan til el riknar hitapumpuskipanir).

 

Uppskotið snýr seg um, at fólk sum fáa sær grønar orkuskipanir at hita sær húsini við, sum til dømis hitapumpu ella jarðhita, fáa endurrindað mvg av íløguni. Talan verður tó bara um mvg av íløguni, sum hevur beinleiðis við grønu hitaskipanina at gera, til dømis, umframt meirvirðisgjald fyri arbeiðsløn til installering verður endurrindað.

 

Ætlanin er ikki, at øll hitaskipanin í einum húsum, sum fær sær hitapumpu, skal hava afturbering av meirvirðisgjaldinum. Tað er einans hitapumpan og tann útbúnaður, ið skal til fyri at taka orkuna úr umhvørvinum (luftinntak, slangur og jarðhitahol v.m.), men ikki útgerð ella tilfar, ið gongur frá hitapumpuni til hitaskipanina inni í sethúsinum ella bygninginum.

 

Av tí at tað eru fólk úr øllum samgonguflokkunum, umframt formaðurin í Sjálvstýrinum, sum leggja uppskotið fram, so er alt sum bendir á, at tað verður samtykt.

 

Øll, sum hava fingið fingið sær hitapumpu eftir 1. januar í ár kunnu søkja um at fáa mvg'ið endurrindað. Eftir uppskotinum verður talan um eina tíðaravmarkaða skipan í 2017, 2018 og 2019.

 

Uppskotið og viðmerkingar til uppskotið kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER