fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Peter Madsen átti næstan bara tær ketildraktir, hann var í flestu tímarnar í samdøgninum, veit Information at siga.

Vilmund Jacobsen 12.02.2018 (14:09)

Nú stendur Peter Madsen einsamallur

Fyrst rýmdu fíggjarligu stuðlarnir og vinirnir, og nú hevur eisini hjúnarfelagin síðan 2011 vent danska kavbátaskiparanum og uppfinnaranum, Peter Madsen, ryggin.

 

Meðan Peter Madsen hevur sitið varðhaldsfongslaður og skuldsettur fyri drápið av svensku tíðindakvinnuni, Kim Wall, hevur konan nú eisini vent honum ryggin.

 

Tað skrivar danska blaðið - BT - sum sigur seg hava keldur, ið standa teimum báðum nær.

 

Vinir og avvarðandi, sum BT hevur skift orð við, siga, at Peter Madsen og konan høvdu ikki nógvar pengar, tí uppfinnarin brúkti meginpartin av sínum stuðulsinntøkum til at fremja sínar verkætlanir.

 

Sambært grein í Information hin 17. august síðsta ár, átti Peter Madsen bert nøkur fá ting og næstan eingi onnur klæði enn tær ketildraktir, sum hann var í flestu tímarnar í samdøgninum.

 

Undir rættarfundum hevur Peter Madsen sagt nøkur orð um síni privatu viðurskifti, og her hevur hann eitt nú nevnt, at hann partvís brúkti kavbátin Nautilus - har Kim Wall doyði - sum húsbát.

 

Í kjalarvørrinum av drápsmálinum er nú líkt til, at bæði íleggjarar, vinir og konan eisini hava slept manninum, sum er skuldsettur fyri at hava dripið Kim Wall.

 

Peter Madsen hevur sagt, at Kim Wall doyði í kavbátinum, og at hann skar líkið sundur og tveitti tað í havið, men hann sýtir fyri at hava dripið svensku tíðindakvinnuna.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her