Nú styttist av álvara til HM í hondbólti

Heimsmeistaraheitið í hondbólti byrjar hósdagin 10. januar, og fyrstu dystirnir verða leiktir í Mercedes Benz Arena í Berlin og í Royal Arena í Keypmannahavn. Týskland tekur ímóti Suðurkorea, og Danmark tekur Kili.

 

HM í hondbólti er hesaferð skipað á tann hátt, at dystir verða spældir bæði í Týsklandi og í Danmark.

 

Útlitini eru eisini fyri, at vit fáa føroyska luttøku, tó er Jóhann á Plógv í harðari kapping við Lassa Svan og Hans Lindberg. So tað verður møguliga ein skaði til ein av teimum, ið má syrgja fyri at Jóhann á Plógv kemur á vøllin.

 

Danski hópurin er aftur hesuferð rættliga sterkur. Hóast nakrir av lyklaspælarunum eru komnir upp í árini, eru teir millum tey sterkastu liðini í kappingini.

 

Danir vóna tó ikki, at sama søgan fer at endurtaka seg, og at teir aftur hesaferð gerast ov stuttir, tá ið á stendur á heimavølli. Seinast ein slík kapping var í Danmark var EM í 2014, har danir taptu sannførandi 41-32 á Fraklandi í finaluni.

 

Finalan í 2014 var spæld í Jyske Bank Boksen í Herning, har finalan aftur hesaferð skal avgreiðast.

 

Verður hetta árið, har danir skulu gerast heimsmeistarir fyri fyrstu ferð? Ella skal úrslitið gerast tað sama sum undanfarin ár?

 

Onnur lond sum Danmark koma at kappast við eru: Týskland, sum eisini eru á heimavølli. Spania, sum vann EM í fjør. Noreg og Svøríki, sum bæði tvey hava verið í finalum tey seinastu árini, og so eru tað eisini meistarirnir úr Fraklandi, sum hava mist nakrar lyklaspælarar. Og enn er óvist, um størsta franska stjørnan, Nikola Karabatic, verður førur fyri at spæla.