Nú verður byrjað uppá dráttin

Í síðstu viku skrivaðu stjórin hjá SH-Bygg, Sveinur Bech, og borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, undir avtalu at gera bátadráttin.

 

Verandi dráttur, sum var gjørdur í 2018, skal brótast upp aftur, tí tann nýggi drátturin skal gerast breiðari og longri, soleiðis at bátavognar kunnu koyrast omaneftir dráttinum.

 

Jóansøkan verður í Vági tann 22 juni, og skal sjálvur drátturin verða liðugur til Jóansøku, skrivar vagur.fo.

 

##med2##