fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 5.4m/s

Leita á in.fo

Mynd: Ingi Sørensen

Danjal av Rana 13.09.2017 (09:54)

Nú verður kaldari

Eitt lágtrýst yvir vesturnoregi fer í ein norðan í Norðhavið. Føroyar fara tí komandi dagarnar at liggja í einum køldum og óstøðugum streymi av norðri við ælum. Leygardagin menninst ein nýggjur hátrýstsryggur yvir Føroyum av útsynningi og ger veðrið støðugari, áðrenn ein nýggj hitabrúgv fer framvið av vestri og útnyrðingi sunnudagin.

 

Í dag

Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum út á seinnapartin øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, um kvøldið og náttina í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt æl. Hitin millum 7 og 11 stig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk av norðri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 6 og 11 stig.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, um morgunin upp í hvassan vind, 15 m/s, í støðum. Út á dagin makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, og út á náttina niður í lot til andøvsugl, 3 til 7 m/s. Skýggjað og okkurt æl, men sum frá líður slítur í og sólin sær. Um náttina dregur saman um aftur. Hitin millum 6 og 11 stig.

 

Leygardagin

Lot til andøvsgul av norðri, 3 til 7 m/s, út á dagin makar hann og lækkar í ein eystan, undir 5 m/s. Turt og sólglottar, men um náttina skýggjað. Hitin millum 7 og 11 stig.

 

Sunnudagin

Lot til gul av útsynningi, undir 5 m/s, sum frá líður øtlar hann í andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og eitt skifti regn. Hitin millum 7 og 12 stig.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her