fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Myndina eigur Ingi Sørensen

Barbara Holm 12.02.2018 (08:45)

Nú verður stormur

Veðrið verður ógvuliga skiftandi komandi dagarnar. Tað verður kavi og tað verður somuleiðis stormur mikudagin. Her er forsøgnin sambært donsku veðurstovuni DMI. 

 

 

Í dag: 

Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útsynningi, 8 – 13 m/s, sum seinni í dag minkar til gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 – 10 m/s. Í kvøld og í nátt veksur hann vindin av landsynningi til strúk í vindi upp í skrið, 15 – 20 m/s. Seint í nátt minkar hann aftur til 5 – 10 m/s. Tað verður skiftandi skýlogt og kavaæl, í nátt nakað av regni, og nakað av kava. Hitin alt samdøgrið millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

 

 

 

Týsdagin:

Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 – 10 m/s. Um náttina snarar hann í ein landsynningi og veksur til stívt andøvsgul upp í ein strúk, 10 – 15 m/s. Tað verður skíggjað við vátakava ella kavaæl, seinni við skiftandi skýlofti við kavaælum. Hitin um dagin millum 1 kuldastig og 4 hitastig, og um náttina niður í 5 kuldastig og 3 hitastig.

 

 

 

Mikudagin:

Hann veksur vindin til strúk í vindi upp í skrið av av útsynningi, 15 – 20 m/s, eitt skifti upp í storm, 23 m/s. Seinnapartin minkar hann vindin nakað. Tað verður skíggjað og nakað av regni, tó møguleiki fyri sólglottum seinnapartin. Hitin alt samdøgrið millum 2 og 5 stig.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her