Leita á in.fo

Barbara Holm 02.01.2018 (15:18)

Nú verður stuðulsgonga til frama fyri pedagogunum

Nú verður stuðulsgonga til frama fyri pedagogunum. Tað sæst á Facebook tiltakið, sum gjørdist alment áleið klokkan 14.00 í dag. 

 

Fyrireikararnir skriva, at stuðulsgongan einans verður á tinghúsvøllinum og byrjar klokkan 15.00 í morgin. Somuleiðis verður sagt, at hóast tað eru privat fólk, sum skipa fyri, so eru pedagogar vælkomnir, tí Pedagogfelagið hevur sagt gott fyri hesum. 

 

 

Tað er somuleiðis í morgin, at pedagogarnir herða verkfallið til tað maksimala. So frá í morgin av eru bert nakrir einstakir pedagogar eftir til arbeiðis kring landið. Teir pedagogar, sum í morgin leggja arbeiði niður, eru teir, sum eru settir hjá Sernámi og arbeiða sum stuðlar á fólkaskúlum kring landið og somuleiðis á til dømis Skúlanum á Trøðni. Talan er um eini 100 pedagogar alt í alt, sum leggja arbeiði niður í morgin. 

 

 

Enn er ógreitt, júst hvat verður á skránni til stuðulstiltakið í morgin, men greitt er, at onkrar røður vera á tinghúsvøllinum


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her