fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 13.5m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 13.09.2017 (08:18)

Nú verður tað lættari hjá foreldrum at flyta til Tvøroyrar at búgva

Nú skal tað verða lættari hjá foreldrum at fluta til Tvøroyrar. Sostatt hevur býráðið nú samtykt, at húski við børnum, sum ætla sær at flyta til Tvøroyrar, kunnu skriva børnini upp á bíðilistan til barnaansingina longu seks mánaðir áðrenn tey flyta. Tað fer at bøta um møguleikarnar fyri at eitt pláss er til taks, tá ið tey flyta. 

 

Her verður hugsað um foreldur, sum flyta uttanlands til Tvøroyri og um foreldur, sum flyta aðrastaðni úr Føroyum, til Tvøroyri. Men hugsað verður eisini um foreldur, ið koma til Suðuroyar at ganga í skúla og hava brúk fyri barnaansing.

 

Hetta er eitt tilmæli frá leiðsluni fyri barnaansingina, sum býráðið nú hevur tikið undir við. Annars varð upplýst á býráðsfundinum, at í løtuni standa 24 børn á bíðilista at sleppa í vøggustovu og sjey standa á bíðilista at sleppa í barnagarð.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her