fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 16.6m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 17.07.2017 (08:16)

Nú vilja danir seta mark fyri Airbnb

Airbnb er tað, sum hittar í fleiri av heimsins londum, nú privatfólk royna at vinna sær nøkur oyru við at leiga heim teirra út til ferðafólk. 

 

Í Íslandi merkir tað, at prísurin fyri eina nátt er sera høgur, samstundis sum íslendarar sjálvir hava trupult við at finna tøkar leiguíbúðir, tí tær verða nýttar til Airbnb útleigan til ferðafólk. Í Føroyum er hetta eisini sera útbreitt og soleiðis er í mongum londum kring okkum. 

 

 

Í Keypmannahavn hevur tað leitt til, at kommunupolitikarar í danska høvuðsstaðnum nú vilja seta mark fyri, hvat íbúgvar kunnu loyva sær, tá ið umræður at leiga út til ferðafólk.

 

- Vit skulu fyribyrgja, at eitt nú Airbnb skapar ein marknað, har íbúðir verða brúktar til reina spekulatión og fíggjarligan vinning - og verða brúktar til at trýsta ein íbúðarmarknað, sum frammanundan er undir trýsti, sigur Frank Jensen, yvirborgarstjóri í Keypmannahavn við Politiken. 

 

 

Tað er breiður meiriluti fyri hesum í Keypmannahavnar kommunu, men tað er framvegis óvist, hvussu nógvar dagar ella vikur fólk í Keypmannahavn fáa loyvi til at leiga út. Frank Jensen viðmælir at nýta somu ætlan, sum verður brúkt í Amsterdam. 

 

Her er tað so, at tá ið borgarar leiga íbúð út til Airbnb, so kunnu tey í mesta lagi hava íbúðina sjónliga á heimasíðuni í 60 dagar, og so verður hon heilt einfald tikin burtur. 

 

Ritzau

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her