Jónleif Johannesen 12.02.2019 (14:13)
Nullhugsjón innan happing í Fólkaskúlanum
Vit hava áður havt trivnaðarkanningar á skúlaøkinum, og er hetta sera skilagott. Tá frágreiðingarnar fyriliggja, er nógv áhugavert at fáa eyga á. Millum annað hevur tað víst seg, at tað er munur á, hvussu góður trivnaðurin er á ymisku skúlunum. Almenningurin hevur tó ikki fingið innlit í, hvørjir skúlar standa seg best á økinum.
Hetta er óheppið, tí her liggur ein vitan, ið allir fólkaskúlar kundu notið gott av. Um tað varð almannakunngjørt, hvørjir skúlar skara framúr innan trivnaðarøkið, kundu aðrir skúlar fingið góð ráð frá hesum skúlum. Hetta krevur tó, at orka verður sett av til at úrmælsskúlarnir kundu havt skeið ella fyrilestrar fyri øðrum skúlum, sum síðani kundu fingið góð hugskot til, hvussu teir kunnu betra seg á trivnaðarøkinum
Vit eiga at stremba eftir eini nullhugsjón innan happing í fólkaskúlanum. Og í hesum arbeiði eiga skúlarnir at fáa alla ta vitan, teir kunnu fáa hendur á.
Tí áttu úrmælsskúlarnir at verði kunngjørdir, og skipan átti at verði sett í verk, so teirra góðu royndir kundu komið øðrum skúlum til góðar. Tí fari eg á løgtingsfundi í morgin at seta landsstýrismanninum við mentamálum, Aksel V. Johannesen, ein fyrispurning um hetta.
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
Mest lisið
Ein býarmynd farin: Johan Restorff deyður |
|
- Eg skilji ikki eg yvirlivdi |
|
Annika Olsen eigur at fáa karantenu sum borgarstjóri í Havn |
|
Hetta er ein sterk søga at fortelja útlendingum |
|
Elia Enghamar maskottur á Anfield |
|
Heimsins størsta býfluga funnin |
|
Happarar mugu gjalda 2,2 miljónir |
|
Ein av størstu turrdokkum í Evropa |
|
Gongur illa at avgreiða eitt mál sum stór ósemja er um |
|
Fekk nýggja nøs í føðingardagsgávu |
|
Løgreglan: - Ikki svarið hesum teldupostinum |
|
Fekk Henrik Old sín vilja hevði tað sæð øðrvísi út |
|
Hevði Breivik sum fyrimynd: Ætlaði at drepa frá hond í USA |
|
Ætla at ala krækling |
|
Nýtt áhugafelag sett á stovn |
|
Sonni fingið nýtt starv |
|
So skrivar VG aftur um Hagen-gátuna |
|
Ein nýggjur Markus |
|
Noyðast at bíða í átta ár eftir at fáa tunnil |
|
Føroyar steingja fyri ferðafólk vegna varðveiting |
|
Unga Sjálvstýri nýggja nevnd |
|
Vilja hava pengar til fýra hassj-hundar afturat |
|
Gátan um Anne-Elisabeth Hagen |
|
Skulu veita lærarunum ráðgeving |
|