Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 12.06.2018 (17:31)

Nýggi stjórin er úr Moss í Noreg

Í sambandi við at Gunn Hernes er vorðin stjóri í Norðurlandahúsinum, verður almenn móttøka í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 15. juni kl. 16.00

 

Gunn Hernes er úr Moss í Noregi og  er útbúgvin innan mentanarfyrisiting. Hon hevur m. a. arbeitt sum mentanarráðgevi í Bergen Kommunu, verkætlanarleiðari fyri palllist og tónleik, og hon hevur eitt stórt altjóða netverk.

 

Til móttøkuna fer Joanna Johansen at bjóða Gunn Hernes vælkomnari vegna stýrið í Norðurlandahúsinum. Síðani fer Gunn m.a. at siga frá Heystskránni og at presentera føroysku tilnevningina til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins, nýskapandi bólkin Hamferð.

 

– Kom framvið og heilsa upp á Gunn, fá eitt prát og okkurt gott til góman frá Smakka afturvið, skrivar Norðurlandahúsið.

 

Í sambandi við móttøkuna letur Summarframsýningin 2018 upp. Framsýningin hevur heitið »VATN – Norðurlendsk Salón«, og listafólkini eru norðurlendsk og baltisk, skrivar Norðurlandahúsið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her