Nýggj árbók um føroyskan fótbólt

»Fótbóltur 2018« tekur saman um hendingaríka fótbóltsárið

»Fótbóltur 2018« tekur saman um hendingaríka fótbóltsárið


Sosialurin gevur á triðja sinni út árbók um føroyskan fótbólt.


»Fótbóltur 2018« tekur saman um fótbóltsárið við greinum, greiningum, myndum, hagtølum og metingum.


Drúgv gjøgnumgongd er av Betrideildini hjá monnum, og umrøða er av øllum feløgunum í deildini. Profilar og stjørnuskot í feløgunum verða umrødd, og metingar verða gjørdar av avrikinum hjá liðunum í 2018.


Steypakappingarnar hjá monnum og kvinnum verða umrøddar, og Betrideildin hjá kvinnum verður eisini viðgjørd.


Árbókin tekur eisini saman um europeisku avrikini hjá monnum og kvinnum, og skrivað verður um stóru peningaupphæddirnar, sum koma úr Europa til føroysku feløgini.


2018 var helst størsta landsliðsárið hjá Føroyum nakrantíð. Føroyar hava landsliðsvirksemi í øllum aldrum frá U15 til vaksin landslið, og hesi mongu landslið høvdu nógvar spennandi avbjóðingar í ár. Í bókini verða øll landsliðini og teirra avrik umrødd.


Nógvir føroyskir fótbóltsspælarar – bæði menn og kvinnur – royna seg uttanlands, og tikið verður saman um teirra ár.


Í bókini eru nógvar myndir av vaksnum sum yngri fótbóltsspælarum. Myndir eru av øllum føroyameistarum og steypavinnarum.


»Fótbóltur 2018« er 220 síður til støddar og fæst nú bókabúðunum fyri 200 krónur.