fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 3.3m/s

Leita á in.fo

Alifyritøkan Marine Harvest hevur nógv virksemi í Haldarsvík, og gamla bryggjan var ikki hóskandi longur.

Vilmund Jacobsen 12.01.2018 (20:54)

Nýggj bryggja fyri tríggjar miljónir

Býráðið í Sunda kommunu samtykti í fjør at taka gomlu bryggjuna á havnalagnum í Haldarsvík burtur og gera eina nýggja betong-og timburbryggju.

 

- Arbeiðið varð boðið út og hevði Sp/f Jóan Petur Vang, byggimeistari, lægsta boð. Arbeiðið hevur kostað kommununi 3.000.000 krónur.

 

Í Sunda kommunu siga tey, at alifyritøkan Marine Harvest hevur nógv virksemi í Haldarsvík, og gamla bryggjan var ikki hóskandi til virksemi longur.

 

- Arbeiðið eru nú komið so mikið væl áleiðis, at nýggja og snotiliga betong-og timburbryggjan verður avhendað til kommununa síðst í januar mánaði, verður lagt aftrat.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her