Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 20.08.2017 (22:00)

Nýggj lærubók í føroyskum

Tey seinastu árini er tilboðið um frálæru í føroyskum til fólk sum flyta til landið ment nógv. Tað eru komin fleiri skeið ymsastaðni í Føroyum. Frá at verða ein tími eitt kvøld um vikuna, ber nú summastaðni til at fáa dagliga undirvísing, og fyrst í september byrjar eitt framhaldsskeið í føroyskum fyri útlendingar á Tórshavnar kvøldskúla.

 


Nú er eitt nýtt stig rokkið í hesi tilgongd, bókin VITI er komin út. Hon er framhald av føroysktbókini VÆLKOMIN, sum kom í fjør.

 


Tankin er at okkara nýggja borgarar ikki bert skula klára seg á føroyskum, men eisini skula kunna duga nóg mikið av føroyskum til at fara í skúla ella undir útbúgving í Føroyum ella vera før fyri at nýta sína útbúgving og sínar førleikar heimanífrá á føroyskum.

 


Í hesari bók til framhaldsskeið í føroyskum fyri útlendingar eru autentiskir tekstir, bæði gamlir og nútíðarligir. Eisini verða nakrar heimasíður brúktar sum tekstir. Til tekstirnar eru arbeiðsuppgávur gjørdar at hava sum grundarlag undir samrøðu. Aftast eru mállæruvenjingar, sum fevna um teir størstu orðaflokkarnar.