Flogið verður tríggjar ferðir um vikuna, týsdag, hósdag og leygardag.Flogfarið er eitt Airbus A330-300. Ætlanin er at veksa um flogferðirnar, um tørvur verður á tí. Myndirnar eigur Avinor.

Nýggj loftvegis farmaleið millum Noreg og Kina

Høvuðsendamálið við farmarutuni millum Noreg og Kina er flutningur av fiski, serliga laksi, og ætlanin er í fyrstu syfti at flúgva við 210 tonsum um vikuna.

Flogið verður tríggjar ferðir um vikuna, týsdag, hósdag og leygardag.Flogfarið er eitt Airbus A330-300. Ætlanin er at veksa um flogferðirnar, um tørvur verður á tí. Myndirnar eigur Avinor.

Stórur eftirspurningur eftir norskum fiski hevur ført til eina nýggja loftvegis farmarutu. 210 tons av feskum fiski skulu nú flúgvast úr Oslo og beinleiðis á kinesiska marknaðin um vikuna.

 

Tað veit www.kystmagasinet.no at siga.

 

Tað var hósdagin hin 4. apríl, at fyrsta farmaflogfarið hjá Hongyuan Group lendi í lufthavnini í norska høvuðsstaðnum, Oslo.

 

Nýggja farmarutan fer at binda saman floghavnina í Oslo við Chengdu Tianfu International Airport í Kina - við millumlending í Astana í Kasakstan.

 

Noska heimasíðan skrivar, at nýggja farmarutan er týdningarmikil fyri at nøkta veksandi eftirspurningin eftir effektivum flutningi av vørum, serliga fiski, millum Noreg og Kina.

 

- Farmarutan er eitt týdningarmikið vegamót og gevur stórar møguleikar fyri vinnulívið í Noregi, sum fæst við fisk, sigur farmaleiðarin í Avinor, Eva Beate Lande.

 

Tað er felagið, Hongyuan Group, sum eigur rutuna, og tað er Beijing Capital Airlines, sum eigur flogfarið. 

 

Flogið verður tríggjar ferðir um vikuna, týsdag, hósdag og leygardag, og flogfarið er eitt Airbus A330-300. Ætlanin er at veksa um flogferðirnar eftir stuttari tíð, um tørvur verður á tí.

 

- Við einari flutningsorku á 210 tons av feskum fiski beinleiðis á kinesiska marknaðin um vikuna, stytta vit munandi um flutningstíðina.

 

##med2##

 

Farmaleiðarin í Avinor, Eva Beate Lande, sigur, at útflutningurin av norskum fiski til Kina er nógv vaksin síðan 2019.

 

- Nú marknaðurin letur upp aftur eftir koronu-farsóttina, er avgerandi at hava beinleiðis farmaflutning sum hendan fyri framhaldandi at skapa vøkstur, leggur hon aftrat.

 

Høvuðsendamálið við farmarutuni er flutningur av fiski, serliga laksi. Avinor og Hongyuan Group arbeiða eisini við at tryggja flogførunum vørur heim aftur við til Noregs fyri at styrkja grundarlagið undir rutuni.

 

- Við einari last á næstan 70 tons hvønn túrin, styrka vit ikki bara okkara evni at útflyta norskan fisk, men eisini møguleikarnar at innflyta vørur úr Kina, leggur farmaleiðarin hjá Avinor aftrat í samrøðu við www.kystmagasinet.fo 

 

##med3##

 

 

 

Flogið verður tríggjar ferðir um vikuna, týsdag, hósdag og leygardag.Flogfarið er eitt Airbus A330-300. Ætlanin er at veksa um flogferðirnar, um tørvur verður á tí. Myndirnar eigur Avinor.

Her er høgt til loft og vítt til veggja.

Fyrsta farmaflogfarið úr Kina er lent í Noregi. Flogið verður fyribils tríggjar ferðir um vikuna.