Nýggj serøl frá Okkara

Okkara er komið við forvitnisligari serøl. Nýggja ølin eitur »Okkara No.1 – Kervil«. Talan er um serútgávu, ið bert verður framleidd einaferð og í avmarkaðari nøgd.

 

– Marknaðurin fyri serøl er vaksandi. Okkara visjón hevur alla tíðina verið at framleiða nýggjar og dygdargóðar ølir, ið eru grundaðar á føroyska søgu, siðvenju og náttúru, sigur Petur Øl hjá Okkara.

 

Nýggja serølin byggir á hesa hugsjón. Kervil er ein urt, ið veksur í Føroyum um summarið. Tað serstaka við kervili er, at tað hevur smakkbrá av lakressi og anis. Ølin er væl humlað, myrk og reyðbrún á liti og hevur góða fyllu og javnvág í smakkinum. Styrkin er 5,8%.

 

– Føroyar eru vælsignaðar við serstøkum og vælsmakkandi urtum. Vit vilja saman við okkara bryggjarum áhaldandi menna og víðka um úrvalið og har við geva føroyingum møguleikan at smakka føroyska margfeldnið. Okkara Kervil er fyrsta serølin av fleiri, sum føroyingar kunnu gleða seg til, sigur Petur Øl hjá Okkara.

 

Tað er Høgni Jensen, viðurkendur bryggjari, ið hevur framleitt ølina í tøttum samstarvi við ølkennarar.

 

»Okkara No.1 – Kervil« fæst í Rúsuni og sølubúðunum hjá Okkara kring landið.