Leita á in.fo

- Tað er í fyrsta lagi gleðin við at hjálpa, sum drívur verkið, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri.

Vilmund Jacobsen 10.11.2018 (20:20)

Nýggj tilbúgvingarstøð í Leirvík

Einaferð til várs fær Eysturkommuna nýggja brandstøð – ella tilbúgvingarstøð, sum tað kallast í dag – og støðin verður bygd innarlaga á gomlu ferjuleguni, har Leirvík í dag eisini hevur sín maritima bátahyl og hugnaliga umhvørvi.

 

Nýggja tilbúgvingarstøðin er komin upp, og tað er byggivirkið KBH á Toftum sum byggir. Sambært upprunaligu ætlanini skuldi tilbúgvingarstøðin standa liðug longu í ár, men nógva virksemi, sum er í samfelagnum, hevur gjørt, at støðin í staðin stendur liðug í vár.

 

Borgarstjórin vísir á, at útgerðin hjá sløkkiliðnum hevur verið savnað ymsastaðni í kommununi, men tá tilbúgvingarstøðin verður liðug, verður alt savnað undir einum og sama taki í Leirvík.

 

- Tilbúgvingarstøðin er á tilsamans 600 fermetrar, og her kemur sløkkiliðsleiðarin ella brunaumsjónarmaðurin, sum hann eisini verður róptur, Sørin S. Djurhuus, at hava sína skrivstovu. Umframt at vera sløkkiliðsleiðari, arbeiðir Sørin S. Djurhuus eisini sum húsavørður.

 

Í Eysturkommunu er ikki bjargingarfelag, men her er eitt virkið sløkkilið, sum fólk eru ómetaliga glað fyri, tá stormarnir herja. Tað eru eini 18 fólk í sløkkiliðnum, og tey eru ófør at hjálpa fólki og taka eina hond í, har tørvur er.

 

- Sløkkiliðsleiðarin er ikki fulltíðarsettur í hesum starvi, og sløkkiliðsmenninir annars fáa bara eitt symbolskt krónutal fyri at vera partur av liðnum.

 

Jóhan Christiansen ivast onga løtu í, at tað í fyrsta lagi er gleðin at hjálpa fólki, sum hava brúk fyri hjálp, ið drívur verkið hjá sløkkiliðsfólkunum. Tá harðveður er, og vandi er fyri, at tekjur og annað rívur, koyra tey úti um náttina og royna at fyribyrgja, at skaðar henda. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her