Nýggj verkætlan at finna multiresistentar bakteriur

Útbreiðslan av multiresistentum bakterium, sum kunnu føra til sjúkur, ið ikki kunnu lekjast, skal nú greinast.

 

Ein nýggj granskingarverkætlan skal vísa, hvussu stór útbreiðslan er av multiresistentum bakterium á donskum sjúkrahúsum. Tað skrivar DR Syd.

 

Bakteriurnar kunnu vera vandamiklar, tá tær ikki kunnu viðgerast við pensilini. Tí í løtuni vita tey ikki, hvussu nógv eru smittað við multiresistentum bakterium.

 

Tí skal ein nýggj gransking, sum hevur fingið 3,5 milliónir krónur í stuðuli frá statinum og Region Syddanmark, kanna útbreiðsluna av vandamiklu bakteriunum á átta skaðastovum.

 

– Vit fara at spyrja allar sjúklingar, um vit kunnu skava tey ymsa staðni á kroppinum fyri at síggja, um tey bera hesar bakteriur. Harumframt fara vit at spyrja tey, um tey hava verið smittað, greiðir Backer Mogensen, yvirlækni á Akutcenter í Aabenráa DR Syd frá.

 

Ætlanin er, at yvir 10.000 sjúklingar skulu kannast. Úrslitini skulu brúkast til at gera tað lættari at eyðmerkja smittaðar sjúklingar, so smittuvandin kann avmarkast.

 

– Hetta fer at merkja, at vit kunnu avbyrgja sjúklingar, sum hava resistentar bakteriur, ella um teir sjálvir eru berarar, so vit kunnu hjálpa teimum at finna út av, hvat skal gerast við tað, sigur Christian backer Mogensen við DR Syd.

 

Umframt Sygehus Sønderjylland luttaka eisini sjúkrahúsini í Odense, Aalborg, Hjørring, Aarhus, Herning, Køge og Slagelse í kanningini.

 

Fyrstu úrslitini frá verkætlanini væntast at koma longu í 2018.

 

/ritzau/