Leita á in.fo

Barbara Holm 01.05.2018 (23:33)

Nýggjar reglur fyri ferðafólk í Mykinesi

- Tá ferðafólkini koma til Mykinesar í summar, verður gøtan útí hólm merkt við prestum, sum eru framleiddir á Verkstaðinum Vón. Hetta arbeiði verður væntandi liðugt seinni í hesum mánaðinum. Nógva gongdin fer illa við nátturðini og tí var farið undir at gera eina gøtu úti Lamba í 2016. Fyri at órógva fuglin minst møguligt verður gøtan somuleiðis flutt eitt sindur. Tørvur er framhaldandi á at betra um gøtuna, men fyri at gera minst møguligt inntriv í nátturðuna, hava vit í fyrstu atløgu valt at merkja restina av gøtuni við prestum í staðin, siga hagastýrisformenninir í tíðindaskrivi til miðlarnar í kvøld. 

 

 

Reglurnar eru hesar: 

 


Til øll ferðandi

Sambært grannastevnuviðtøku 7. apríl 2017 er tað bert loyvi at fara burtur í haga, tvs. útum bøgarðarnar samsvarandi ásettum reglum.

Tíðaravmarkingin: (tíðspunkt gangast kann)

Í mai, juni, juli og august mánað frá 11.00 – 17.00.

 

Vaktarhald og ferðaleiðari

Hagapartarnir hava gjørt avtalu við hiking.fo um vaktarhald í omanfyri nevnda tíðarskeiði. Í hesum tíðarskeiði (11.00 – 17.00) kann farast uttan ferðaleiðara. Boð frá vaktarfólkunum skulu fylgjast til eina og hvørja tíð.

Um ferðafólk ynskja at fara onnur tíðarskeið krevst loyvi í hvørjum einstøkum føri. Møguligt loyvi fæst við at venda sær til hagastýriformennirnar, ið eisini áseta treytir, t.d. krav um ferðaleiðara og tíðarskeið. Gjaldast skal eftir galdandi reglum. 

 

 

Gjald:

Hvørt ferðafólk, sum fyllir 15 ár í álmanakkaárinum og eldri = 100 kr. Børn, sum fylla 7-14 ár í álmanakkaárinum = 50 kr. meðan børn 6 ár og yngri gjalda einki.

Fólk við tilknýti til oynna og fólk í arbeiðsørindum rindað einki gjald. Harumframt kann møguligt ómaksgjald koma frá Hiking.fo, tó í mesta lagi 5 kr.

Gjald skal avroknast umvegis heimasíðuna www.hiking.fo, sum stendur fyri innkrevjingini og gjaldast kann einans umvegis teirra heimasíðu ella til vaktarfólk teirra.

 

 

Trygd v.m.

Ferðafólk hava sjálv ábyrgdina av egnari trygd, td. hóskandi fótbúna, klæðir og gongd. Hetta fevnir eisini um trygging v.m. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her