fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 10.01.2017 (19:01)

Nýggjur næstovasti í Eik

Aftaná eitt sera buldrut ár vera nú broytingar gjørdar í Eik Banka. 

 

Nicholas Holm, sum hevur starvast sum kreditstjóri hjá Danske Bank í Norra, skal byrja í Eik Banka komandi mánað.  

 

Nicholas Holm er 48 ára gamal. Hann uppvaksin í Hvalba. 

 

Hann lærdi til bankamann í Føroya Banka, men síðan fyrst í 1990unum hevur hann arbeitt fyri Danske Bank, bæði í Finnlandi, Danmark og Norra. 

 

Nicholas Holm var í uppskoti at gerast stjóri fyri Eik í 2011. Hann bar orð fyri at vera fyrsta valið hjá Jørn Astrup Hansen at taka yvir fyri seg, tí teir báðir kendust frá Føroya Banka fyrst í 90unum. 

 

Nicholas Holm kom ikki til Eik í 2011. Men nú hevur hann tó fingið starv í bankanum. 

 

Torben Nielsen, nevndarformaður í Eik, vil ikki viðmerkja, hvønn leiklut Nicholas Holm skal hava í Eik. 

 

Sambært Súna Schwartz Jacobsen, stjóra í Eik, skal Nicholas Holme starvast á kredittdeildini hjá bankanum. Súni Schwartz Jacobsen hevur skrivað til Kringvarpið, at talan er um eina vanliga starvsetan, og at Nicholas Holm ikki skal vera partur av leiðslubólkinum í Eik. Arni Brattaberg, nevndarlimur í Eik og formaður í TF Holding váttar fyri in.fo, at Nicholas Holm skal vera ein leiðandi persónur á kredittdeildini. Sum skilst verður hann ovastur á tí deildini, hóast sitandi stjóri á kredittdeildini sum skilst ikki verður koyrdur úr sessinum. 

 

 

Tað er greitt, at tað kann tykjast sum eitt stórt professionelt afturstig, um Nicholas Holm fer úr einum leiðandi starvi í Danske Bank til Eik, sum er ein nógv minni banki, um hansara leiklutur í Eik ikki verður eitt leiðandi starv. 

 

 

Vikuskiftis Sosialurin, sum kemur í handlarnar hósdagin, viðgerð støðuna hjá Eik, nú rembingar eru og niðurstøðan í skattamálinum alsamt nærkast. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her