Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 05.12.2018 (21:21)

Nýggjur samskipari í Íverksetarahúsinum

Magni Thomsen verður nýggjur samskipari í Íverksetarahúsinum í Klaksvík. Hann er 35 ára gamal og hevur kandidatútbúgving í politiskum samskifti og leiðslu frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, umframt bachelorútbúgving í virkisvísindum. Harumframt er hann útbúgvin marknaðarførsluøkonom, sum eisini er ein góður førningur, tá ið tað snýr seg um at ráðgeva íverksetarum.

 

Magni Thomsen hevur drúgvar royndir innan samskipan og fyrisiting, millum annað frá Kringvarpi Føroya, Københavns Kommune og BankNordik.

 

Íverksetarahúsið sigur, at hann fær ábyrgd av fleiri ígongdverandi verkætlanum hjá Íverksetarahúsinum, eins og fleiri nýggjum verkætlanum, sum eru í umbúna. Haraftrat fer hann at ráðgeva íverksetarum.

 

Magni Thomsen tekur við starvinum 1. januar 2019.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her