Leita á in.fo

Spildurnýggi skemtifilmurin “Sølumaðurin” hjá Hanusi Johannessen verður frumsýndur í Virkinum á Sandi.

Vilmund Jacobsen 09.06.2018 (12:04)

Nýgjørdur skemtifilmur hjá Hanusi

Fyrsta filmssýningin var í Virkinum á Sandi í gjárkvøldið, og í kvøld klokkan 21 og í morgin klokkan 17 verður sýningin uppafturtikin.

 

Sýningarnar eru í samband við Sandoyarstevnuna, sum hetta vikuskiftið er á Sandi.

 

Umframt filmin “Wünder Pitsa” hjá Hanusi Johannessen, ið vann 48 tímars filmskappingina hjá Klippfisk í fjør, verður kendi føstulávintsfilmurin “Føstugangshald á Sandi” eisini vístur.

 

At enda á filmssýningini, sum verður í kvøld og í morgin, verður spildurnýggi skemtifilmurin “Sølumaðurin” hjá Hanusi Johannessen eisini frumsýndur hesar dagarnar.

 

- Allir hesir filmarnir eru framleiddir á Sandoynni, annaðhvørt av sandoyingum ella við sandoyingum í høvuðsleiklutunum, siga tey í Virkinum, sum skipa fyri stevnu á Sandi.

 

Leggjast kann aftrat, at atgongumerkið at síggja hesar filmarnar í Virkinum á Sandi kostar 50 krónur.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her