Nýtt álop í Spania – løgreglan drap fimm

Bara átta tímar eftir álopið í Barcelona, har 13 fólk doyðu, var aftur í eitt álop í nátt í Cabrils í Spania.

Bara átta tímar eftir álopið í Barcelona, har 13 fólk doyðu, var aftur í eitt álop í nátt í Cabrils í Spania.

 

Seks sivil og eitt løgreglufólk vórðu særd undir álopi í Cambrils, upplýsir landspartastjórnin sambært Reuters.

 

Sanska løgreglan hevur skotið og dripið fimm, sum vera hildin at vera yvirgangsfólk í atsókn í býnum Cambrils í nátt.

 

Tað skrivar løgreglan á Twitter.

 

Stutt fyri samanbrestin við løgergluna vórðu fleiri fólk særd, tá gerningsmenninir koyrdu inn í eina mannamúgvu í spanska strandarbýnum.

 

Tað snýr seg um seks sivil fólk og eitt løgreglufólk, harav eitt fólk er í lívsfanda. Tað upplýsa tilbúgvingarmyndugleikarnir í Catalonia.

 

Hendingin í nátt í Cambrils fór fram bara átta tíma eftir, at 13 fólk vórðu dripin í einum líknandi álopi í stórbýnum Barcelona.

 

Spanska løgrelgan arbeiðir ambært Reuters út frá tí ástøði, at samband er millum hendingarnar.

 

– Álopini fylgja sama spori. Har er eitt samband, sigur innríkisráðharrin í landspartinum, Joaquim Forn, sambært AP.

 

Hann greiðir ikki nærri frá, hvussu samband er millum álopini. Hann leggur dent á, at gerningsmaðurin í álopinum í Barcelona enn er leysur.

 

Teir fimm gerningsmenninir í Cambrils vóru allir í tí persónbilinum, sum koyrdi á gongufólk á promenaduni í Cambrils.

 

– Teir vóru í einum Audi A3 og koyrdu eftir øllum at døma nógv fólk niður, áðrenn teir komu til eina løgreglupatrulju. Tað førdi til skotbardaga, sigur talsmaður fyri landspartastjórnina í Catalonia.

 

Fýra av gerningsmonnunum doyðu á staðnum, meðan tann fimti varð illa særdur og handtikin av politinum. Tann fimti doyðu tó av løstunum seinni í nátt.

 

Álopsmenninir høvdu bumbubeti uppi á sær, upplýsa myndugleikarnir í Catalonia sambært AP.

 

Tí vórðu boð send eftir bumbuserfrøðingum, sum framdu nakrar kontrolleraðar bumbuspreingingar.

 

/ritzau/