fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.8m/s

Leita á in.fo

Pætur Albinus 16.09.2018 (16:24)

Nýtt heimsmet í marathon

Sum so mangan áður í Berlin Marathon, so var dystur um at seta nýtt heimsmet á marathon-teininum, tá ið týski høvuðsstaðurin í dag legði asfalt undir kappingina hjá teimum gott 40.000 rennarunum.


Tað endaði við, at 33 ára gamli Eliud Kipchoge úr Kenja setti nýtt heimsmet í stórum stíli. Hann rann teinin við tíðini 02:01:39 og kutaði einki minni enn ein minutt og 18 sekund av tí nú gamla heimsmetinum. Hetta er størsta betringin av heimsmetinum í marathon í samfull 50 ár.


- Avrikið hjá Kipchoge í dag var eitt hitt besta atletiska avrikið í søguni. Hetta stendur eftir sum ein hin størsta framvísingin renningin nakrantíð hevur sæð, og mest sannlíkt fer hetta metið at vera standandi í nógv ár framyvir, skrivar FloTrack um avrikið.


Tað var landsmaður hansara, Dennis Kimetto, sum átti gamla heimsmetið (02:02:57). Hetta var frá 2014. Hetta var fjórðu ferð á rað, at ein úr Kenja setti heimsmet, og hetta var sjeyndu ferð á rað, at heimsmet varð sett í Berlin.


Heimsmetið hjá Kipchoge býtt upp í 5km:


5km

Tíð

Samlað tíð

5km

14:24

14:24

10km

14:37

29:01

15km

14:36

43:37

20km

14:19

57:56

25km

14:28

1:12:24

30km

14:21

1:26:45

35km

14:16

1:41:01

40km

14:31

1:55:32

42,195 km

6:07

2:01:39



Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her