fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.1m/s

Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 12.01.2018 (19:35)

Nýtt mentanartiltak í Klaksvík

Vikuskiftið 26. – 28. januar fer spildurnýggja tiltakið Norðurljós av bakkastokki í Klaksvík. Alt vikuskiftið verður ljós varpað á list og mentan. Hæddarpunktið verður, tá Listavirðisløn Nólsoyar Páls verður handað leygarkvøldið 27. januar.

 

 

Listavirðisløn Nólsoyar Páls er virðisløn, ið verður latin einum ella fleiri persónum, sum eru virknir og hava framt dygdargóð avrik innan list í Norðoyggjum. Hanus G. Johansen, Edward Fuglø og Eyð Matras hava áður fingið virðislønina, og í ár verður virðislønin handað leygarkvøldið 27. januar í samband við Norðurljós, skrivar Klaksvík.fo.

 

 

Beinta Á. Gregersen samskipar Norðurljós vegna Klaksvíkar kommunu, og hon leggur dent á, at fjølbroytni og hugflog er grundarlag fyri skránni, sum í allar mátar er forkunnug og forvitnislig.

 

 

- Yvirskipað er Norðurljós eitt tiltak, har vit heiðra og dyrka listini, men list er jú so víttfevnandi, at tað næstan bara er hugflogið, sum setur mørk fyri, hvat skráin skal innihalda, sigur Beinta Gregersen í tíðindaskrivi á heimasíðu kommununar.

 

- Tað stóra hæddarpunktið er sjálvandi, tá Listavirðisløn Nólsoyar Páls verður handað leygarkvøldið. Handanin verður hesaferð skipað sum eitt spennandi kvøld í Atlantis, har vit gjøgnum undirhald og list fara at heiðra tann ella teir persónarnar, sum fær virðislønina í ár, sigur Beinta Gregersen.

 

 

- Norðurljós snýr seg stutt og greitt um at dyrka listina og geva henni pláss og virðing í býarrúminum, gerandisdegnum og samfelagnum, og tað leggja vit alla orku í at gera hesa seinastu vikuna í januar. Við at varpa ljós á fleiri ymiskar listagreinar, uppboðssølu til frama fyri mentanarhúsið og nýtslu av Posthúskjallaranum, kann Norðurljós eisini varpa ljós á týdningin av Mentanarhúsinum, sum jú í framtíðini verður ein miðdepil fyri fjølbroytta list í hjartanum av býnum, sigur Beinta Gregersen 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her