Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.01.2018 (12:53)

Nýtt met á ísvøllinum

Ísvøllurin á Vaglinum setti nýtt met eina dagin undan jólum, tá 600 fólk nýttu hann.

- So nógv hava ongantíð áður skoyta á vøllinum sama dag, skrivar kommunan á Facebook-vanga sínum.

 

Ísvøllurin lat upp síðst í novembur og er opin til síðst í hesum, so enn hava fólk eini tvær vikur at nýta høvi at skoyta á Vaglinum.

 

Vanliga vitjað eini 10.000 fólk ísvøllin hvørt ár, men tað velst í stóran mun um veðrið. Tað kemur meiri enn so fyri, at lýtt veður og regn ger, at ísvøllurin má steingja. Tì hevur kommunan umhugsað at fáa fatur á einum nýggjum vølli av tilgjørdum ísi, einum íslíkisvølli at nýta.

 

Eisini umhugsar kommunan at flyta ísvøllin komandi ár, møguliga oman á Torgið í Vágsbotni.

 

Í ár varð tó valt at halda fram við sama leisti sum áður, við vanligum ísvølli á tí, sum uttan iva er best umtókta staðið hjá teimum, sum nýta vøllin, í gamla Kommunuskúlagarðinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her