Nýtt staklag frá Holgari

Tónleikarin Holgar Jacobsen í Sørvági hevur givið út nýtt staklag. Talan er um gamla sangin Annia Lovinda, sum Erik Bye skrivaði í 1960.

 

Tað er Niels Midjord, sum hevur føroyskað, og teir, ið spæla við eru Jóan Jakku Guttesen á bass, Niels Olsen á harmoniku og Holgar á akkustiskan gittar og sang

 

Trýst á pílin á myndini fyri at hoyra sangin.