fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.8m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 09.09.2018 (09:35)

Nýtt staklag frá larmandi føroyingum

Nú er fyrsta staklagið hjá bólkinum Killer Distiller útkomið. Bert tveir mans eru í bólkinum, tó er ljóðmyndin nógv størri enn so.

 

Lagið eitur "Dazed" og snýr seg um forvirring.

 

Eisini er útgávan komin út á gulari sjey-tumma singulplátu, ið fæst til keyps í handlinum hjá Tutl. Á plátuni er eisini b-síðan "Confused".

 

- Hesir sangirnir eru heilt einfalt tveir dreingir, sum larma so nógv sum møguligt í einum lítlum kamari, skrivar Tutl um útgávuna, og leggur afturat, at at slíkt samanspæl millum guitara og trummur hoyrir tú onga aðrastaðni.

 

Killer Distiller eru altso Killer, sum spælir trummur, og Distiller, sum syngur og spælir guitara.

 

Sigmund hevur framleitt sangin og Sjúrður E. Samuelsen hevur ljóðblandað.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her