Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 04.02.2019 (08:46)

Nýtt staklag hjá Gretu spælt yvir 100.000 ferðir

Greta Svabo Bech byrjar 2019 við fyrstu stakfløguni All My Bones av komandi “Bones” EP’ini. Tað myrka leitandi spælið í tí elektrónisku ljóðverðini í sanginum er væl egnað sum mótspæl til ta ljósu røddina hjá Gretu.

 

Staklagið kom út 1. februar, og tekst-videolagið, sum fylgir við, varð deilt dagin eftir, og hevur um vikuskiftið longu verið sæð yvir 100.000 ferðir. 

 

Tekst-videolagið og myndirnar, sum fylgja við útgávuni, byggja á tær serligu infrareyðu føroysku nattúrumyndirnar, sum Greta hevur tikið. Hesin mátin at avmynda umhvørvið uppá fangar júst tað rúmið, sum gevur íblástur til ljóðmyndina. Greta greiðir soleiðis frá:

 

- Infrareyð myndatøka er ikki vanlig at síggja av føroysku nattúruni, men hetta slagið av myndatøku lýsir mína tónleikaverð betur enn eg fyrr havi verið før fyri og ímyndar Føroyar sum eina dreymaverð. Tað gevur eina eyka dimensión til mítt umhvørvi - eina skuggaverð sum ikki sæst í fyrstu syftu.

 

 

All My Bones er tann fyrsta stakfløgan av EP’ini við 4 løgum, sum kemur út tíðlja í 2019.

 

Løgini eru:

1. All My Bones 
2. Before You Go 
3. Numb
4. Hear the Melody

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her