Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 11.02.2019 (08:00)

– Óambitiøs mál um elbilar

Í 2017 brúktu Føroyar umleið 33.000 tons av olju í flutningi – altso brennievni til bilar, lastbilar og bussar. Hetta talið hevði ikki verið so stórt, um fleiri valdu umhvørvisvinarligar bilar fram um bensin- og diesel bilar.

 

Sambært Akstovuni eru í dag 37.333 akfør í Føroyum, og av teimum eru 119 el-rikin. Talið av persónbilum við el sum drívmegi er 108. Hetta er ein sera lítil partur, og til samanberingar kann sigast, at triði hvør seldi bilur í Noregi í 2018 var el-rikin, upplýsti Ritzau fyrst í ár.

 

Dýrari skrásetingaravgjald til dálkandi bilar

Meinhard Eliasen, sum starvast á orkudeildini hjá Umhvørvisstovuni, heldur Føroyar hava sett sær óambitiøs mál um elbilar.

 

- Tað hava ongantíð verið so nógvir bilar pr. høvd í Føroyum sum í dag. Um mann veruliga vildi gjørt okkurt politiskt fyri at basa veðurlagsbroytingunum, kundi mann eitt nú lagt størri avgjald á brennievni. Mann kundi eisini innført tað, at skrásetingaravgjald á bilum varð tengt at, hvussu nógv bilurin brennir. Hetta eru bara tveir mátar at eggja fólki til at keypa umhvørvisvinarligar bilar, sigur Meinhard Eliasen.

 

Í fleiri av grannalondum okkara hevur mann sett sær mál um at gevast at selja diesel- og bensin bilar í ávikavist 2025 og 2030. Hetta hava nakrir føroyskir politikarar eisini nevnt, at mann eigur at gera í Føroyum, men einki uppskot fyriliggur um hetta enn.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her