Oasubrøður útgávukonsertir um vikuskiftið

Í gjárkvøldið høvdu Oasubrøður útgávukonsert í Oasuni í Hoyvík í sambandi við, at teir hava givið sína fyrstu fløgu út. Konsertin er partur av konsertferðini, sum er hetta vikuskiftið í Oasuni í Hoyvík, Marghøllini í Sørvági og Kelduni í Skálafirði. 

 

Oasubrøður eru Tórbjørn Láadal, Harald M. Haraldsen, Sofus Joensen og Steindor Hjaltalin.

 

Tónleikarar á útgávukonsertunum eru Thomas B. Thomsen, Beddi Hansen, Johann Danielsen, Torben Koch, Jákup Gunnarstein og Eyðun Jacobsen.

 

– Konsertirnar eru ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja video frá útgávukonsertini í Oasuni í gjárkvøldið.