fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.4m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.06.2018 (09:34)

Øksarálopið: Funnu blóð á kleppi

Ákærin í øksarmálinum, Linda Margrethe Hesselberg, tók verjarnar, Jógvan Páll Lassen og Óla Jákup Kristoffersen, á bóli, tá hon undir próvførsluni í gjár legði ein klepp fram sum prógv í málinum.

Kleppur verður stundum eisini kallaður goggari og er stutt, tjúkt skaft við stórum, spískum jarnkróki til søkja stóran fisk við.

Ein løgreglumaður fann kleppin á einari hill í íbúðini, har teir ákærdu vórðu handtiknir. Kleppurin var vátur, og tað tóktist, sum at onkur hevði roynt at vaska hann, vildi akærin vera við. Undir honum lá reydlið væta, sum kundi verið blóð og vatn, segði ákærin.

Løgreglan hevur funnið spor á kleppinum, men hevur ikki kannað, hvørjum blóðið stavar frá.

Hetta tók verjararnar á bóli, tí kleppurin hevur ikki verið nevndur í málinum síðani grundlógaravhoyringina í mai í fjør. Ákærin vísti tó á, at í ákæruritinum stendur »stungið við knívi ella øðrum spískum vápni«.

Óvist er, hvønn týdning kleppurin fær fyri málið, tí einki vitni hevur heldur nevnt hann.

Nakað av ósemju hevur verið um knívin, sum tað hevur verið sagt, at álopni maðurin hevði hjá sær, men eingin hevur sæð nakran stinga við knívi, og rættarlæknin metti eisini, at øll sárini kunnu vera komin frá øksini.

Rættarmálið heldur fram í dag, tá ákærin og verjarnir hava sínar seinastu framløgur og gjøgnumgongd av málinum, áðrenn nevningarnir skulu taka málið upp til dóms. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her