Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.06.2018 (16:40)

Øksarálopið: Vit fara á eina sjálvmorðsferð

Annar av teimum ákærdu sendi eini vinkonu eini óunnilig boð stutt áðrenn øksarálopið.

 

Røringur kom í rættarmálið um øksarálopið í gjár, tá tann álopni greiddi frá, at ein ung kvinna hevði fortalt sær, at annar av teimum ákærdu hevði sent sær eini boð á samskiftisappuni Snapchat, stutt áðrenn øksarálopið.

 

Hetta fekk ákæruvaldið at biðja løgregluna avhoyra gentuna og aftan á avhoyrið bleiv avgjørt, at gentan skuldi koma til Føroya at vitna í málinum. Tí bleiv rættarfundurin í dag nakað longri enn ætlað.

 

Bara nakrar fáar minuttir áðrenn teir fóru úr húsunum at hitta tann álopna, sendi annar av teimum ákærdu eini boð á Snapchat til eina vinkonu.

- Vit fara á eina sjálvsmorðsferð. Tað kann vera, tú ikki hoyrir frá mær aftur við tað fyrsta. Eg elski teg líkamikið hvat, skrivaði hann í boðunum, sambært kvinnuni.

 

Hon greiðir frá, at hon gjørdist kløkk og spurdi, hvat hendi. Stutt seinni fekk hon enn eini boð.

- Vit hava stungið ein mann 20 ferðir við øks fyri at hava stungið meg og ein vinmann, skrivaði hann, og lítla løtu seinni

- Bara rólig, tað var í sjálvverju.

 

Talan er her um tann ákærda, sum er sambært ákæruskriftinum bar øksina út til uppgerðina, legði órættaða niður og helt honum føstum, meðan hin høgdi við øksini, og sjálvur stakk órættaða nakrar ferðir við knívi ella onkrum øðrum spískum vápni.

 

Orsøkin til, at hetta er týdningarmikið fyri ákæran at fáa ført fram, er at hon skal prógva, at teir høvdu ætlanir um at drepa ella volda stóran skaða, umframt at teir báðir vóru við í ráðagerðini og framdu álopið.

 

Frágreiðingin hjá kvinnuni skal tí knýta hendan ákærda enn tættari at álopinum.

 

Annars eru tað løgreglufólk, sum hava vitnað í dag. Tey hava greitt frá, hvussu støðan var, tá tey komu á staðið, umframt  umstøðurnar rundan um handtøkuna av teimum báðum ákærdu. Eisini hava tey greitt frá, hvussu løgreglan fann øksina, sum bleiv brúkt í álopinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her