fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 3°C

Vindur 10.3m/s

Leita á in.fo

Sólvit Nolsø 17.02.2017 (10:36)

Øktur eftirspurningur heima á Sandi

Koyrandi verður undir Skopunarfjørð í 2023 og tá verður ein nýggj støða fyri Sandoynna. Millum annað er líkt til, at eftirspurningurin eftir húsum á oynni økist.

 

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, sigur, at tey merkja áhugan longu nú tað eru fleiri, sum spyrja seg fyri um hús og grundstykkir á Sandi og kommunan arbeiðir ítøkiliga við, at útvega nýggj grundstykkir.

 

- Fólk spyrja seg fyri og áhugin er nógv størri enn hann hevur verið fyrr. Í nógvum førum er tað tó fólk aðrastaðni frá, sum keypa jørð og hús upp á Sandi og allarhelst vilja selja við víðari seinni við vinningi, sigur Brandur Sandoy.

 

Hann sigur víðari, at tað kann gerast ómøguligt hjá ungum fólki at seta búgv av tí sama. Tað er eitt nýtt dømi um tvey ung pør, sum ætlaðu at fáa hús á Sandi. Í báðum førum komu fólk aðrastaðni frá og bjóðaðu yvir, annahvørt sum summarhús ella at selja víðari tá tunnilin opnar.

 

Brandur Sandoy ásannar, at marknaðartreytirnar gera tað ómøguligt hjá kommuni at blanda seg uppí tað, men hann eftirlýsir mann sleppir at seta treytir við ognum, ið standa í eini bygd. Í øllum førum í einum sethúsaøki, har nógv hús standa tóm stóran part av árinum, tí tey eru blivin summarhús.

 

- Tað er í fínasta lagið at eiga summarhús, men eg haldi, at mann eigur at kunna seta krøv til summarhús, sum standa í einum sethúsaøki. Í øllum førum eitt ávíst gjald av onkrum slag, men tað er eingin lógarheimild fyri tað í løtuni, sigur Brandur Sandoy.