fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 1.6m/s

Leita á in.fo

Tað var ótrúliga vánaligt, heldur Unni Hentze, sum hevði glett seg til at síggja ungdómsvinkonuna, hon ikki hevur sæð í 51 ár

Áki Bertholdsen 12.07.2018 (14:04)

Øll ferðin til Føroya varð oyðiløgd

– Eg hevði glett meg sum eitt smábarn til at síggja mína gomlu vinkonu aftur.  Tað sigur Unni Hentze av Sandi. Hon er ættað úr Noregi, men hevur búð í Føroyum í eitt mannaminni.

 

Hon hevur eina gamla ungdómsvinkonu í Noregi, sum hon ikki hevur sæð í samfull 51 ár Í eina tíð hava tey tosað um at hitst aftur - og nú skuldi tað vera. Tískil bíløgdu norska vinkonan, og maður hennara, sær eina tríggja daga ferð til Føroya í einum ferðalagi, har tey skuldu koma til Føroya mánadagin og fara aftur til Noregs í dag, hósdagin.

 

Eg hevði glett meg í fleiri mánaðir til at hitta míni gomlu vinfólk aftur, sigur Unni Hentze. Hon sigur, at ferðaætlanin varð løgd soleiðis til rættis, at tey skuldu fyrst flúgva til Keypmannahavnar og haðani skuldu tey so flúgva við SAS til Føroya.

 

Túrurin til Keypmannahavnar gekk sum ætlað – men so kom stígur í. SAS fleyg nevniliga ikki til Føroya mánadagin fyri mjørka í Vágum.

 

Unni sigur, at vinkona hennara, og øll hini ferðafólkini, sum vóru í sama ferðalagi úr Noregi, vórðu send á hotell í Keypmannahavn at gista um náttina. Men á kunnandi fundi fyri ferðafólkini týsmorgunin kemur tann stóru skelkurin.

 

– Tá fáa tey at vita, at vita, at SAS hevur onki eykaflogfar til taks fyrr enn týskvøldið, og tískil fóru tey aftur til Noregs sum av tórvheiðum.

 

Vinkona Unni, Kari Berg, sigur, at tá ið SAS hevði boðað frá, at einki eykaflogfar var til taks at føra tey til Føroyar fyrrenn týskvøldið, hildu tey, at tað kundi gera tað sama. Tá var tað meiri møði enn føði at fara til Føroya, tí tey skuldu flúgva aftur til Danmarkar longu beint eftir døgverða hósdagin.    

 

Sostatt fóru tey aftur til Noregs, men tað sluppu tey heldur ikki fyrr enn týskvøldið, so øll tey 40 fólkini í ferðalagnum royndu so at fáa tíðina at ganga í Keypmannahavn til týskvøldið, tá ið tey flugu aftur til Noregs. 

 

– Tað er heilt ófatiliga vánaligt, at eitt stórt felag sum SAS, við so nógvum flogførum, sum tey hava, ikki hava ein eykaflúgvara til taks til eina støðu, sum hesa, heldur Unni Hentze.

 

Vit hava roynt at fáa eina viðmerking frá SAS, men tað hevur ikki eydnast enn. Vit hava verið í samband við SAS og tey skuldu venda aftur, tá ið tey høvdu eitt svar.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her