fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.11.2017 (12:11)

Øll flogferðslan seinkað

Nógvar seinkingar eru í flogferðsluni í dag. Seinkingarnar raka bæði flogfeløgini. Orsøkin til seinkingarnar er nógvur vindur, ringt sýni og nógv regn vesturi í Vágum. Veðrið fer væntandi at batna út á seinnapartin.

 

Flogfarið hjá Atlantic Airways, sum skuldi koma úr Bergen í morgun, er 100 minuttir seinkað. Tað skuldi lenda 11:20, men er fyribils væntað at koma klokkan 13:08.

 

Flogfarið hjá SAS, sum eftir ætlan skal lenda 12:15, er fyribils seinkað hálvan annan tíma, og væntast at lenda 13:41.

 

Flogfarið hjá Atlantsflog úr Keypmannahavn, sum vanliga lendir klokkan 13:40, væntast at lenda 13:57.

 

Flogfarið hjá Atlantsflog úr Reykjavík, sum vanliga lendir klokkan 15:55, væntast at lenda 17:15.

 

Flogfarið hjá Atlantsflog úr Edinburgh, sum vanliga lendir klokkan 20:25, væntast at lenda klokkan 21:25.

 

Hetta merkir eisini, at fráferðirnar hjá Atlantsflog til Reykjavíkar og hjá SAS til Keypmannahavnar eisini eru útsettar, frá ávikavist 12:20 og 12:50 til 13:50 og 14:00. Fráferðin hjá Atlantsflog til Edinburgh er útsett frá 16:50 til 18:00.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her