Her er lutakastið hjá føroyingaliðunum í norsku steypakappingini

Her eru mótstøðuliðini hjá Fredrikstad, Sandnes ULF, Mjøndalen, Bryne, Strømmen og Kristiansund í øðrum umfarinum í norsku steypakappingini

Øll seks føroyingaliðini í norskum fótbólti, Fredrikstad, Sandnes ULF, Mjøndalen, Bryne, Strømmen og Kristiansund vunnu seg víðari til annað umfarið í norsku steypakappingini.

 

Annað umfar verður leikt 24. og 25. apríl. Og vit fara at hyggja eftir hvørjum liðini føroyingaliðini spæla ímóti í øðrum umfarinum, og nær. 

 

Liðið sum hevur Mikkjal Thomassen sum høvuðsvenjara, og sum hevur Jóannes Bjartalíð og Brand Hendriksson í hópinum, Fredrikstad fær ein góðan møguleika at røkka triðja umfarinum. Fredrikstad spælir á útivølli móti Eik Tønsberg, hósdagin 25. apríl klokkan 18. Eik Tønberg spælir í triðbestu deildini, so her verður ein tungur favorittleiklutur til Fredrikstad. 

 

Gullbrandur Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes Ulf, ið spælir í næstbestu deildini møta Vard Haugesund á útivølli. Vard Haugesund spælir í triðbestu deildini. Dysturin verður spældur mikudagin 24. apríl klokkan 17.

 

Noah Mneney og liðfelagarnir í Bryne, ið spælir í næstbestu deildini fáa ein gyltan møguleika at vinna seg víðari í kappingini. Bryne skal á útivølli spæla móti Mandalskammeratene, ið spælir í fjórðbestu deildini. Dysturin verður spældur mikudagin 24. apríl klokkan 17. 

 

Meinhard Egilsson Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen, ið spælir í næstbestu deildini skulu ein túr til staðið, har norska grundlógin var skrivað í 1814. Mótstøðuliðið hjá Mjøndalen verður Eidsvold TF, ið spælir í triðbestu deildini. Eisini hesin dysturin verður spældur mikudagin 24. apríl klokkan 17. 

 

Heri Hjalt Mohr og liðfelagarnir í Strømmen, ið spælir í triðbestu deildini fáa ein kassadyst og eina stóra uppliving á heimavølli. Heri og liðfelagarnir taka ímóti Lillestrøm, ið spælir í bestu deildini. Tað verður ikki lætt hjá Strømmen, men í steypafótbólti kann sjálvandi alt henda. Dysturin verður spældur mikudagin 24. apríl klokkan 17.

 

Liðið hjá Hera er einasta føroyingaliðið, ið hevur heimavøll í øðrum umfarinum. Prinsippið í Noregi, eins og í Danmark og Svøríki er, at liðið úr lægri deildini skal hava heimavøll tey fyrstu umførini í steypakappingini, sum er eitt gott prinsipp, og gevur teimum minni feløgunum ein møguleika at skína, so at siga. 

 

Liðið hjá blaðunga Aron Benjaminsen, Kristiansund sum spælir í bestu deildini skal møta einum mótstøðuliði úr fjórðbestu deildini á útivølli. Talan er um liðið, Træff. Í undanfarna umfarinum sat Aron á beinkinum. Vónandi bíðar spælitíð til Aron í hesum dystinum. Sum hjá hinum føroyingaliðunum - undantikið Fredrikstad - so verður dysturin spældur mikudagin 24. apríl klokkan 17.