Øll partrolarapør koma inn at landa í næstu viku

- Í seinastuni hava partrolararnir havt hampiligan fiskiskap, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

- Øll partrolarapørini uttan eitt eru til fiskiskap, og í seinastuni hava partrolararnir havt hampiligan fiskiskap.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Lagt verður aftrat, at øll skipini koma inn at landa í næstu viku.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein er á kongafiskaveiði, og ein fiskar svartkalva.

 

- Jákup Sverri ger í løtuni yvirlitstrolingar, og hann kemur eisini inn við nakað av hýsu og toski.

 

Í løtuni eru tveir av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap, og báðir eru norðanfyri. 

 

- Trolbátarnir fáa mest av toski og so nakað av hýsu, reyðsprøku og øðrum fiskasløgum. Teir landa báðir í næstu viku.

 

Trý garnaskip eru til fiskiskap. Tvey fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku. Tey koma øll inn at landa í næstu viku.