Leita á in.fo

Danjal av Rana 15.03.2019 (14:02)

Øll sjúkrahúsleiðslan undrast

Høvuðssamstarvsnevndin fyri Sjúkrahúsverk Føroya heitir í dag á Sirið Stenberg um at seta seg í samband við Jóannis Erik Køtlum, fyri at kanna nærri, hví hann hevur sagt seg úr starvi.

 

Jóannis Erik Køtlum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, segði seg úr starvi týsdagin. Hann segði, at hann upplivdi samskifti frá Heilsu- og innlendismálaráðnum sum so óvirðiligt, at tað bar ikki til at halda á.

 

Høvuðssamstarvsnevndin undrast stórliga á, at landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg, samstundis sigur, at hon einki kennir til nakrar samstarvstrupulleikar.

 

Høvuðssamstarvsnevndin rósar fráfarna stjóranum fyri sítt arbeiði sum stjóri á Landssjúkrahúsinum og fyri øll trý sjúkrahúsini.

- Nevndu almennu útsagnir týða uppá samstarvstrupulleikar millum Heilsu- og innlendismálaráðið og Sjúkrahúsverk Føroya. Við støði í tí, vit longu hava skrivað, hava vit torført við at skilja, hví hesir samstarvstrupulleikar hava verið millum nú fyrrverandi sjúkraverkssjóran og Heilsu- og innlendismálaráðið, tí síðan Jóannis Erik Køtlum tók við stjórastarvinum í Sjúkrahúsverki Føroya, hava vit starvsfólk upplivað vaksandi góðan trivna, har Jóannis Erik Køtlum á ein visioneran hátt hevur boðað frá empatiskum leiðsluhátti, sum hann beinanvegin vísti í verki, tá hann tók við starvinum, skrivar nevndin.

 

Brævið ber brá av, at Jóannis Erik Køtlum var serstakliga væl umtóktur sum stjóri á Landssjúkrahúsinum.

- Okkara varhugi er, at hugurin og arbeiðsgleðin á Sjúkrahúsverki Føroya eru munandi vaksin, síðan Jóannis Erik Køtlum tók við sum sjúkrahúsverksstjóri.

 

- Tá Jóannis Erik Køtlum vísir á, at hann upplivir tvørrandi samskifti við Heilsu- og innlendismálaráðið, og saknar stuðul og virðing frá tí politiska og tí fyrisitingarliga, eru vit sannførd um, at hann ikki tekur hetta úr ongum. Vit vilja tí staðiliga heita á landsstýriskvinnuna um at hoyra fyrrverandi stjóran og taka hansara útsagnir í størsta álvara, hetta fyri at koma nærri kjarnuni av tí trupulleika, sum er orsøkin til, at okkara stjóri hevur sagt seg úr starvi, skrivar Høvuðssamstarvsnevndin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her