Øsing kring heimin av morðinum á Khashoggi

Turkar hótta við at avdúka alt um morðið á journalist, meðan tey sameindu hjá Saudi-Arabia rósa handfaringini

Turkar hótta við at avdúka alt um morðið á journalist, meðan tey sameindu hjá Saudi-Arabia rósa handfaringini.

 

Leygarnáttina hevur Saudi-Arabia upplýst, at Jamal Khashoggi, journalistur, er deyður á landsins konsuláti í Turkalandi.

 

Hann er eftir øllum at døma deyður í »slagsmáli« við starvsfólk á konsulátinum.

 

Landið hevur annars í tvær vikur hildið uppá, at vitjanin hjá journalistinum á konsulátinum, og tað at hann hvarv, ikki hevði nakað við hvørt annað at gera.

 

Eftir boðini gjáranáttina eru fimm embætisfólk koyrd og 18 handtikin, sigur kongafamiljan í Saudi-Arabia.

 

Í gjár komu boð frá ymsum av heimsleiðarunum:

 

USA:

 

– Handtøkur eru »fyrsta stig«. Handtøkan hjá Saudiarabia av 18 fólkum er sambært Donal Trump, forseta, eitt »gott fyrsta stig«. Hann vil eisini arbeiða saman við Kongressini um eina fyrstu viðmerking frá USA.

 

Turkaland:

 

– Allir smálutir, sum turkiska fregnartænastan kemur fram til, fara at vera almannakunngjørdar, sigur ein talsmaður fyri ráðandi AK-stjórnarflokkin.

 

Evsta religiøsa ráðið í Saudi-Arabia:

 

– Rættvísi verður fullgjørt.

 

Avgerðin hjá konginum um at koyra fimm og handtaka 18 fólk merkir, at »rættvísi hevur vunnið«, sum fyriskrivað í islamskari lóg, sigur evsta religiøsa ráðið í Saudi-Arabia í síni fráboðan.

 

Egyptaland, Hahrain og Sameindu Arabisku Emiratini:

 

Rós fyri viðferðina.

 

Sambært Egyptalandi hevur kongurin í Saudi-Arabia handlað djarvt og avgerandi í síni viðgerð av morðinum.

 

Eisini Bahrain og Sameindu Arabisku Emiratini hava víst teirra virðing fyri viðgerðini.

 

Týskland:

 

Fordømir drápið.

 

– Vit fordøma á harðasta hátt hesa gerð. Vit vænta opinleika frá Saudi-Arabia um umsøtðurnar kring deyða hansara.

 

Tøku upplýsingarnir um tilburðin á konsulátinum eru ófullfíggjaðir, stendur í  boðum frá týska kanslaranum, Angelu Merkel, og týska uttanríkisráðharranum, Heiko Maas.

 

Bretland:

 

Umhugsar næsta stig.

 

– Sum uttanríkisráðharrin fyrr hevur sagt, er hetta ein ræðulig gerð, og tey seku mugu standa til svars, stendur í boðum frá bretska uttanríkisráðnum.

 

Størsti andstøðuflokkurin í Bretlandi, Labour, hevur kravt, at Bretland steðgar allari vápnasølu til Saudi-Arabia sum avleiðing av morðinum á Jamal Khashoggi.

 

ST-aðalskrivarin

 

Latið upp kanningarnar.

 

Ein talsmaður fyri António Guterres sigur, at ST-aðalskrivarin er »ógvuliga stúrin« av boðunum um deyða Jamel Khasoggi á konsulátinum.

 

Guterres mælir til eina »skjóta, gjølla og opna« kanning av deyða Jamal Khashoggi.

 

Keldur: Reuters, AP, AFP.

/ritzau/