Óeydnuferja aftur trupulleikar: Siglir ikki næstu vikuna

Tvíkiljan Issehoved, sum røkti nólsoyarleiðina fyri Strandferðsluna fyrr í summar, hevur havt nógvar trupulleikar, síðani hon kom aftur til Danmarkar. Nú liggur hon við brotnum motori.

Tvíkiljan Issehoved, sum røkti nólsoyarleiðina fyri Strandferðsluna fyrr í summar, hevur havt nógvar trupulleikar, síðani hon kom aftur til Danmarkar. Nú liggur hon við brotnum motori.

 

Tað skrivar TV2.

 

Óhappini halda fram við at raka ferjuna Issehodved, sum í summar siglir millum Aarhus og Samsø. Mánadagin sigldi ferjan á bryggjuna í Aarhus, og nú merkir brek í motori at ferjan ikki siglir næstu vikuna.

 

–      Á ferðini frá Samsø til Århus í morgun kom brek í annan motorin. Eingin fekk skaða, og mannining hevur tamahrald á støðuni. Men skipið kann ikki sigla, og tað fer heldur ikki at sigla næstu vikuna, skrivar Hans Froholdt, sum er stjóri í felagnum Marcore Shipping og hevur ábyrgdina av Issehoved, á Facebook-síðuni hjá Issehoved.

 

Brekið hevur sjálvandi trupulleikar við sær, tí nógv fólk er á Samsø, tí Samsø Festivalurin endaði í dag, og í tí sambandi eru nógv fólk á oynni.

 

Mánadagin mátti ein loðsbátur fáa Issehoved til bryggju, eftir at hon hevði siglt á og fekk nakað av skaða, hol kom á skrokkin.

 

Tað eydnaðist tó at fáa ferjuna í sigling aftur og umvæla holið á stevninum til dagin eftir. Men nú er ferjan so aftur tikin úr sigling næstu vikuna.