fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.8m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 21.04.2017 (13:20)

Óforskammað ikki at lurta eftir Kristinu Háfoss

Tað er óforskammað at nevndin ikki lurtar eftir Kristinu Háfoss, sum bað tey lata vera við at rinda partaeigarunum í BankNordik eitt serstakliga stórt vinningsbýti.

 

Tað heldur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin.

 

Nevndin í BankNordik hevur gjørt av at rinda partaeigarunum eitt serstakt vinningsbýti í ár, og er fallið summum fyri bróstið

 

Og í Løgtinginum í morgun reisti Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi, spurningin í Løgtinginum. Hon heldur, at tað er undarligt, at bankin ikki ístaðin bjálvar seg. Vit hava fleiri dømi um, at bankar eru farnir av knóranum, tí teir ikki hava verið nóg væl bjálvaðir, segði hon.

 

Og sum vit lósu í morgun, upplýsti Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum, fyri Løgtinginum, at hon hevur gjørt av at velja eina nýggja nevnd fyri Fíggingargrunnin.

 

Landskassin eigur ein triðing av BankNordik og er sostatt størsti partaeigari. Men tað er ikki landsstýrið sjálvt, sum velur nevndina í bankanum. Tað er nevniliga Fíggingargrunnurin sum umboðar partapengarnir hjá landinum í BankNordik, og sostatt er tað fíggingargrunnurin, sum er við til at velja nevndina í Bankanum.

 

Og nú hevur nevndin í Bankanum gjørt av at rinda partaeigarunum eitt serliga stórt vinningsbýti, men tað tekur Kristina Háfoss ikki undir við, hóast landskassin fær 100 milliónir krónur burtur úr tí, eftir tí, sum varð upplýst í Løgtinginum í morgun.

 

 

Les eisini: Kristina Háfoss koyrir nevndina frá

 

 

Hon heldur nevniliga, at tað hevur nógv størri týdning, at bankin brúkar pengarnar til at bjálva seg til verri tíðir.

 

Hon hevur einki ímóti, at partaeigararnir fáa eitt vanligt vinningsbýti, men hon sigur, at hon hevur fleiri ferðir gjørt vart við sína ónøgd við, at partaeigararnir eisini skulu fáa eitt serligt vinningsbýti afturat tí vanliga vinningsbýtinum.

 

Men tað lurtaði nevndin ikki eftir og samtykti kortini at rinda partaeigarunum eitt serligt vinningsbýti. Og tí hevur Kristina Háfoss nú gjørt av at koyra nevndina fyri Fíggingargrunnin frá og at velja eina nýggja nevnd.

 

– Tað er fyri at gera vart við, at vit halda ikki, at hetta er rætti vegurin at fara, sigur landsstýriskvinnan.

 

Nú bankin hevur møguleika at bjálva seg, er tað alt, ið talar fyri, at tað eigur at verða gjørt, heldur enn at rinda eitt serligt vinningsbýti, tí tíðirnar fara at versna aftur, sigur hon.

 

Og hetta er ein avgerð, tinglimir úr øðrum flokkum taka undir við.

 

Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, er samdur við landsstýriskvinna um, at hetta er ikki rætta stundin at rinda eitt serligt vinningsbýti fyri at tekkjast nøkrum partaeigarum. Hann er samdur við Kristinu Háfoss í, at tað er týdningarmikið at bankarnir eru væl bjálvaðir til verri tíðir.

 

Hann sigur, at tað undrar hann, at nevndin ikki tekur tað til eftirtektar, sum landsstýriskvinnan sigur. 

 

Bárður á Steig Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at tað er sjálvsagt, at bankar bjálva seg  í góðum tíðin. Men hann heldur, at hetta er ein avleiðing av tí politikki, samgongan førir, tí alt skal leggjast undir tað almenna.

 

Bústaðarmarknaðurin er gjørdur almennur við Bústøðum, fiskivinnan er so óviss, at ongin torir at fíggja hana, og sjálvt kommunurnar skuldi tað almenna fíggja. Sostatt liggja bankarnir innibrendir við pengunum, tí vágin fyri at fíggja nakað, er ov stórur, so hetta er nokk mest fyri at tillaga bankan til umstøðurnar, heldur hann.

 

Bill Justinussen er ikki samdur og hann heldur, at tað er »óforskammað«, at nevndin í BankNordik ikki lurtar eftir tí størsta partaeigaranum. Hann vísir á, at hetta vísir, at landið hevur onga ávirkan á bankan yvirhøvur og tí er tað einasta rætta at tað almenna selur sín part í bankanum.

 

Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, fegnast um, at Kristina Háfoss tekur neyðug stig í hesum máli og Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýri, heldur, at tað er ótrúliga løgið, at nevndin í bankanum ikki lurtar eftir størsta partaeigaranum. Og hann tekur undir við, at nevndin verður skift av tí sama.

 

Hinvegin er Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, ikki samdur, tí hann heldur, at hetta er tað sama sum at kriminalisera eina heila nevnd.

 

– Hava tey stolið úr kassanum, ella hvat, spyr tingmaðurin fyri Sambandsflokkin. Og hann heldur eisini, at tað er sera álvarsamt at nevndin er koyrd frá tí at Kristina Háfoss ikki fær sín vilja.

 

Sambært KvF eru nýggju nevndarlimirnir í Fíggingargrunninum, Ingibjørg Berg, sum er forkvinna, John Hendrik Holm, Marjun Eystberg og Annfinn Hjelm, og tey fýra skulu so velja tann fimta nevndarlimin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her