Leita á in.fo

Mynd frá somu kapping í fjør, tá Okkara jól eisini gjørdist nummar tvey

Pætur Hjalmar Evensson 08.11.2018 (19:30)

Okkara jól næstbest aftur í ár

Annað árið á rað fekk jólaølin hjá Okkara eitt annað pláss til jólabryggjsmakking í Jútlandi. "Okkara jól" var bert tvey stig aftanfyri vinnaran, Merry Christmas, frá Hancock Bryggerierne.

 

- Vit eru sera errin av avrikinum. Tað er altíð stuttligt at fáa ein tílíkan heiður, og tað ger, at mann fær enn meira hug at halda áfram við at bryggja góðskubryggj, sigur Petur Petersen, sølustjóri hjá Okkara í tíðindaskrivi. 

 

Tað var Selskab for Vestjysk Ølkultur (SVØ) sum stóð fyri smakkingini, sum var á J-degnum fríggjadagin. Limirnir skuldu geva stig, alt eftir hvussu væl teimum dámdu ymsu ølirnar. Tað vóru 8 jólabryggj við í tí lætta flokkinum við jólabryggi undir 6,8% í styrki, og tey vórðu mett út frá teirra liti, lukti, smakki og eftirsmakki.

 

Okkara lýsir Okkara Jól sum eina red ale, sum er ein eitt sindur myrk øl við einum ávísum søtleika úr maltinum, og tað kemur eitt gott hvítt skúm, tá ølin er skonkt í eitt glas. Okkara Jól er yvirgera, og tað gevur ølini ein frískan, søtan og fruktkendan smakk, ið skapar javnvág saman við tí meiri kryddaða smakkinum.

 

Hesi vóru úrslitini frá smakkingini:

 

1

Årets Julebryg 2018

 

Merry Christmas

 

Hancock Bryggerierne

 

123

 

5

2

Jól

Okkara, Færøerne

121

1

3

Ale No. 24

Bryggeriet Refsvindinge

116

7

4

Jule IPA

Viborg Bryghus

103

6

5

Jule Bryg

Herning Bryghus

101

2

6

Økologisk Julefred

Thisted Bryghus

96

4

7

Baltazar

Æbeltoft Gårdbryggeri

93

8

8

Jotun

Frejdahl Bryg

66

3


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her