info
Ongi úrslit

Olaf Johannessen fingið Reumert heiðursløn

Tá Årets Reumert 2018 heiðurslønirnar vórðu handaðar í gjárkvøldið stóð føroyski Olaf Johannesen ovast á listanum

info
Eirikur Lindenskov
10. juni 2018 kl. 06:24
Tá Årets Reumert 2018 heiðurslønirnar vórðu handaðar í gjárkvøldið stóð føroyski Olaf Johannesen ovast á listanum. Olaf Johannessen fekk heiðurslønina fyri »ekstraordinære præstationer og særlige talenter inden for dansk scenekunst«. Størstu avrik innan danska leiklist vórðu heiðrað í gjárkvøldið, tá Reumertvirðislønir vórðu handaðar í Skuespilhuset í Keypmannahavn. Hetta er 20. ferð, at virðislønin, sum Bikubenfonden hevur sett á stovn, er latin sjónleikararum, leikstjórum og framførslum, sum hava vakt ans. Í ár eru nógvar framførslur skaptar við heimildum í kendum filmum og sjónvarpsrøðum, og tann gongdin kom týðuliga til sjóndar millum heiðurslønarmóttakararnar. Teatret Republique í Keypmannahavn fekk heiðurslønina ársins sjónleik fyri framførsluna av »Festen«, sum er skaptur við heimild í filminum hjá Thomas Vinterberg við sama navni. Heiðurslønina fyri barna-/ungdómsframførslu fekk Teater Vestvolden og teaterkompagniet Hils din mor fyri framførsluna »Fucking Åmål«, grundað á svenska kultfilmin við sama navni frá 1998. Filmurin hjá Susanne Bier, »Brødre«, var grundarlag fyri Den Jyske Opera, sum fekk virðislønina fyri ársins opera fyri tulkingina av filminum frá 2004. Årets Særpris fór til Husets Teater fyri framførsluna av »Rocky«, sum hevur sama heitið sum amerikanski filmurin frá 1976 við Sylvester Stallone í høvuðsleiklutinum sum boksarin Rocky Balboa. Årets Hæderspris verður latin persóni, sum hevur gjørt sítt serliga íkast fyri leiklistina. Hendan heiður fekk føroyski Olaf Johannessen: – Á Nørrebro Teater hava vit fagnað tær fyri leiklutin sum »Diktatoren« hjá Chaplin, har tú ta einu løtuna er tann hartmalandi, heilandi demagoturin – ta næstu løtuna jødiski hárskerin, sum roynir at lumpa sínar jagstrarar. – Á Betty Nansen Teatret vart tú í »Requiem« vertshúseigarin, sum situr á einum beinki og lurtar eftir møsni um drukk og sex og svik so sinniliga og róligur sum ein Humphrey Bogart í »Casablanca«, segði stjórin í Bikubenfonden Søren Kaare-Andersen millum annað, tá hann handaði Olafi Johannessen virðislønina. Tað er ein dómsnevnd við sjónleikaraummælarum, journalistum og mentanarfólkum, sum tilnevnir og velur út Reumert-virðislønarvinnararnar. /ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

Í gjár kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

28. september kl. 17:30

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

European Cup: Neistin vann eisini seinna dystin í Kosovo

1 tími síðan
Tíðindi

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

1 tími síðan
Ítróttur

Hvar eru teir ungu telvararnir?

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Gullbrandur bjargaði Sandnes ULF við einum saksasparksmáli

2 tímar síðan
Tíðindi

Fakfelagsgjald skal kunna dragast frá í skatti

2 tímar síðan
Hondbóltur

Óli vann - Teis og Magnus taptu

2 tímar síðan
Tíðindi

Óli Mittún sund­ur­spældi donsku meistararnar

3 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ hevur vunnið meistaraheitið nr. 25 sum er føroyskt met

4 tímar síðan
Tíðindi

Grønland byggir skúlatilboð eftir føroyskum leisti

4 tímar síðan
Tíðindi

Smyril skal hava nýggjar motorar fyri 74,4 milliónir

5 tímar síðan
Tíðindi

Vil loyva skipaðari kópaveiðu við Føroyar

6 tímar síðan
Tíðindi

Vildi ikki halda seg burtur – endaði í brummuni

7 tímar síðan